Ein løgin aðalfundur

Vanliga eru aðalfundir fundir eigaranna, har leiðslan stendur eigarum sínum til svars fyri gongdini farna árið og eigararnir seta høvuðskósina. Men so er ikki í størsta peningasamtaki í Føroyum - Tryggingarsamtakinum Føroyar

Fríggjadagin í farnu viku helt Tryggingarsamtakið Føroyar ella sum tað rætt eitur Ognarfelag Tryggingartakaranna ársaðalfund á Hotel Føroyum. Hevði ikki varnast nakra lýsing, men ein av umboðsráðslimunum Andrass Skaalum hevði verið so umhugsin, at seta tilmeldingarskjal á netið, tí tilmelding skal til fyri at sleppa á fundin.

Sjálvsom uppliving
Hetta gjørdi eg og eg má siga, at hesin aðalfundurin var ein sjálvsom uppliving. Væl av fólki var møtt upp, uml. 45-50 fólk, men tað gekk skjótt upp fyri mær, at flestu hesi vóru innarakresurin í samtakinum so sum umboðsráðslimir, nevndarlimir, stjórar og starvsfólkaumboð og at vit bert fóru 4 fólk á aftastu rekkju, sum vóru ”eigarar”.

Ongin roknskapur útleveraður
Tá ið nevndarformaðurin var liðugur við sína frágreiðing og roknskapurin skuldi gjøgnumgangast, spurdi undirritaði eftir at fáa útflýggjað roknskapin, men hetta var ikki neyðugt, upplýsti orðstýrarin, tí roknsakpurin var sera einfaldur. Tá ið undirritaði tó vildi hava roknskapin útflýggjaðan, varð hetta noktað, men eg kundi fáa hann tilsendan seinni.

Og roknsakpurin var sera einfaldur:
1 stk. yvirskot 207 mió. kr.
1 stk. eginogn 1,7 mia. kr.
Meir kundu vit ”eigarar” ikki fáa at vita!!

Valdu seg sjálvi
Síðan kom kanska tað mest margháttliga, har innarakresurin valdi seg sjálvan í ráð, nevndir og leiðslu og ynsktu hvørjum øðrum tillukku og klappaðu fyri sær sjálvum!!!

Trý uppskot frá Andrass Skaalum vóru til lógarbroytingar, sum høvdu til endamáls at geva ”eigarunum” størri og betri rættindi. Men tey vóru øll feld av innarakresinum!!

Innarakresurin ypti bert øksl
Tá ið komið var til ”Ymiskt” fekk undirritaði høvi at kritisera framferðina á aðalfundinum, men innarakresurin, við undantaki av Andrass Skaalum, sum gav undirritaða rætt í kritikkinum, ypti bert øksl. Og so var fundurin liðugur og bjóðað bleiv ein drekkamunnur við køkum o.ø.

Eftir sótu vit fýra ”eigarar” og hildu okkum vera hildnar fyri gjøldur.