- Vit hava verið ógvuliga nær við, at ognarrætturin til alt okkara tilfeingi gjørdust privat ogn. Tí var tað í tøkum tíma at vit fingu eitt stjórnarskifti í fiskivinnupolitikkinum.
Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi á flokstingið hjá flokkinum í morgun.
Hann sigur, at tískil hevur samgongan sett sær sum mál at øll føroyska fiskivinnan verður skipað undir tryggum og haldførum lógarkørmum og skipanum.
Grundreglan er, at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.
Samstundis skal tilfeingisrentan verða so optimal sum gjørligt og so stórur partur sum gjørligt av henni, skulu fella til landið.
Samstundis er tað eitt aðalmál, at vinnumøguleikarnir ikki savnast á fáum hondum, men at øll skulu fáa sama rætt at bjóða seg fram at reka vinnu.
Eg eri sannførdur um, at megna vit at gera skipanir, har vit fáa meira burturúr okkara tilfeingi og tí, sum vit blaka burtur í dag, er framtíðin ljós fyri okkara land og fólk.
Fáa vit bara eina krónu meira fyri hvør kilo, vit kunnu fiska, eru fleiri blokkstuðlar vunnir, sigur Høgni Hoydal.