Ein koyrdi við kenning og ein koyrdi ólógligt

Hesar seinastu tímarnar hevur løgreglan hevur tveir mans fyri ólógliga koyring.

 

Fyrst varð ein maður tikin við einum hagfari á alfaravegi á Sandi. Hetta var ein fýrahjólsdrigin ATV at koyra í haganum við.

 

Teir hava ikki loyvi til at koyra á alfaravegi fyrrenn teir eru skrásettir og hava fingið nummarplátu,  og tað var hesin ikki. Førarin fær sostatt bót, men endurtekur tað seg fleiri ferðir, kann hald verða lagt á hagfarið.

 

Tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning á Argjum. Hann rendi á ein garð, og varð tikin og nú er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Annars var nógv fólk í býnum í nátt, sigur løgreglan. Tað var eisini nógv løgreglufólk í býnum og løgdu seg ímillum onkrar ferðir, illstøða hevði tikið seg upp og fingu sostatt forða fyri at tað vant upp á seg.