Tað var í gjár klokkan 10:20, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilførari í Havn koyrdi ávirkaður. Løgreglan fór út og steðgaði bilinum, og tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður.
Talan var um ein bil við fimm útlendskum arbeiðsmonnum, og tá talan er um útlendingar, so skal løgreglan tryggja sær ymisk viðurskifti í sambandi við at blóðroynd skal takast, og tí sambandi eisini arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Og tað var tað, sum endaði við at fella mannin og allar starvsfelagarnar hjá honum, tí teir høvdu einki arbeiðsloyvi.
Talan var um menn úr Estlandi, ið sum ES borgarar hava lov at vera í Føroyum, men teir hava ikki lov at arbeiða í Føroyum.
Teir arbeiddu fyri eina fyrtøku í Føroyum við at byggja. Men málið endaði við, at løgreglan steðgaði øllum arbeiðinum hjá fyritøkuni, og hesir fimm menninir og ein afturat, sum arbeiddi hjá somu fyritøku, men sum ikki var saman við hesum monnunum, verða allir vístir av landinum.
Løgreglan skal nú kanna hesa fyritøkuna, hvussu leingi hon hevur havt útlendingar í arbeiði í Føroyum og ymiskt annað í tí sambandinum. Einasta sambandið við fyritøkuna er ein føroyskur umboðsmaður – annars er talan um fólk úr Estlandi.
Menninir fingu allir 1.000 krónur í bót fyri at arbeiða uttan arbeiðsloyvi. Tann, sum varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, verður eisini revsaður fyri tað.
Hetta málið um rúsdrekkakoyring endaði so við, at alt arbeiði hjá eini fyritøku í Føroyum er steðgað, og at seks mans eru vístir av landinum.










