Ein korona tilburður afturat staðfestur í Føroyum

Viðkomandi er avbyrgdur

Nú gekk tað ikki longur. Eftir at Føroyar nú hava verið koronafríar í meiri enn tveir mánaðir, ella síðani 22. apríl, er nú greitt, at ein korona tilburður afturat er staðfestur í Føroyum Tað upplýsir Landslæknin nú tey  seinastu kanningarúrslitini eru tøk

Tilburðurin varð staðfestur í eini roynd, sum varð tikin á flogvøllinum í gjar, og viðkomandi persónur er nú avbyrgdur, sigur Landslæknin.