Jón Nielsen hjá SEV sigur við In.fo í kvøld, at tað helst er ein koplingsstøð í Havnardali sum hevur svikið og sum var orsøkin til, at Suðurstreym og Sandoyggin eina løtu lógu í bølamyrkri.
Tað gekk ikki long tíð, til streymurin í Suðurstreymi kom aftur, eins og streymurin eisini kom aftur í Sandoynni. Men, framvegis liggur ein lítil partur av vesturbýnum í Havn í streymloysi.
Jón Nielsen sigur, at tá streymurin fór, fóru fólk hjá SEV alt fyri eitt at gera umleggingar, soleiðis at meginparturin av teimum, sum høvdu mist streymin, fingu hann aftur eftir lutfalsliga lítlari løtu.
- Tað er soleiðis, at Sandoyggin líka sum hongur upp í Suðurstreymi við tað, at Sandoyggin verður forsýnað av Húsareyni.
Jón Nielsen sigur, at menn hjá SEV beinanvegin fóru til verka at royna at finna út av, hvar brekið var, sum var orsøkin til streymslitið, og alt bendir á, at tað er ein koplingsstøð í Havnardali sum hevur svikið.
- Eg vænti ikki, at tað gongur long tíð, til allur vesturbýurin í Havn hevur fingið streymin aftur, leggur hann aftrat.