Ein konsert fyri tey ungu

Leygarkvøldið í næstu viku verður aftur høvið hjá teimum ungu tónleikahugaðu at fara til konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tað eru tey ungu innan Heimamissiónina, sum aftur hesaferð skipa fyri konsertini, har tríggir tveir bólkar og eitt kór fara at luttaka.
Luttakarar á konsertini verða kórið Vox, umframt bólkarnar Proclaim og ein nýggjur bólkur úr Vágum. Hann er so mikið nýggjur at hann enn einki navn hevur fingið! 
Umframt framførslurnar av tónleiki verða somuleiðis víst nøkur videoclip í steðginum millum bólkarnar, eins og har verður andakt hildin.