Finnbogi Arge
----
Ein fantastiskur faldari frá javnaðarflokkinum og borgmeistaranum datt júst inn um dyrnar. Við vøkrum myndum sígga vit allar íløgurnar, sum framdar eru seinastu árini , og víst verður á fleiri nýggjar ætlanir, sum eru á veg, m.a. er eitt spildurnýtt ráðhús teknað mitt í býnum í øllum ælabogans litum.
Eg haldi tað er rætt, at Tórshavnar Kommuna áhaldandi ger íløgur, har tað er neyðugt. Men tað er við einari treyt, og tað er, at íløguferðin ikki verður skjótari, enn ráðini eru til. Og nú eru greiðar ábendingar um, at ferðin hjá kommununi hevur verið í hægra lagi.
Í 2004 var kommunuskatturin í Tórshavn 18,75%. Tvey ár seinni hækkaði skatturin við einum prosentstigi til 19,75. Har stóð prosentið fast í 4 ár, men í 2010 hækkaði skatturin so aftur upp til 20,75%
Sambært rakstrarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu verða skattainntøkurnar í ár 656 mió , harav sjálvur kommunuskatturin verður 630 milliónir. 1 prosent í kommunuskatti gevur sostatt umleið 30 mió í meirinntøku.
Vit hesum tølum kunnu vit rokna okkum fram til, at Tórshavnar Kommuna nú tekur umleið 60 mió meira inn árliga frá borgarunum enn gjørt hevði verið, um skattaprosentið var óbroytt.
Talan er sostatt um fleiri hundrað mió, sum kommunan hevur fingið í meirinntøkum við at hækka skattaprosentið.
Eitt er at Tórshavnar Kommuna hevur kravt alt hetta afturat frá borgarunum, men verri er, at kommuna harumframt hevur átikið sær eina skuld, sum sambært fíggjarætlanini við árslok 2012 kemur uppá 226 mió.
Tórshavnar Kommuna var skuldarfrí, tá núverandi samgonga tók við. Okkurt bendir á, at vit eru á vandakós.