Kommunan varðar av sínum borgarum úr vøggu í grøv. Tí má hon vera til reiðar at dagføra tær fyritreytir fyri trivnaði og virkislíkindum, sum hon bjóðar fólkinum. Loysunnarorðið hjá Lista E er: ?Ein kommuna fyri øll?.
Fyrsta fyritreytin er ein skynsamur fíggjarpolitikkur, sum minkar skuldina upp aftur meir og tryggjar, at kommunan verður før fyri sjálv at fíggja sínar íløgur. Tað verður bíligari fyri allar partar. Tá liggur eisini best fyri at fremja ætlanir, sum tæna borgarunum.
Allir partar verða vinnarar, um trupulleikarnir at ansa børnum verða loystir. Ungar barnafamiljur fara at trívast betur. Arbeiðsplássini fáa fleiri dugnalig starvsfólk, og kommunan fær meira inn í skatti. Ein felags loysn saman við vinnulívinum er ein virðiligur møguleiki.
Skúlarnir sum heild verða nýtíðargjørdir, og tey yngru børnini eiga at ganga í skúla nær bústaðnum. Tilboðið um frítíðarskúla verður víðkað til 2. flokk. Tilboðið hjá musikkskúlanum verður víðkað, og tikin verða fyrstu stigini at fyrireika ein breiðan listaskúla á miðnámsstigi.
Bussleiðin verður brynjað til at røkja teir nýkomnu og nýbygdu býlingarnar. Møguleikarnir fyri fleiri túrum verða kannaðir eins og líkindini fyri styttri frástøðu millum steðgiplássini. Ein náttarbussleið fyri ungfólk í vikuskiftunum eigur at verða umhugsað.
Kommunan leggur seg eftir at hava hóskandi útboð av grundstykkjum til vaksandi fólkatalið, og hon hevur samstundis skyldu at gera nakað við, at hús við íbúðum verða bygd til ung sum tilkomin fólk at leiga, antin sum leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Tað er óvirðiligt at skula brúka snildir fyri at fáa gomul og óhjálpin inn á Lágargarð og Ellisheimið. Gravgangur er eftir plássunum, og kommunan kann ikki hyggja at, meðan summir borgarar liva sítt lívskvøld í trega og einsemi. Útvegir mugu gerast fyri fleiri røktarplássum.
Tórshavnar Býráð eigur at ansa eftir javnvágini sum heild. Samanleggingarnar tryggja virkismøguleikar og menning. Býráðið má brúka møguleikarnar í allari kommununi. Nú ítróttarhallir verða bygdar í nærumhvørvinum eystanfyri og norðanfyri í samanløgdu kommununi, eiga t.d. Vesturbýurin og Argir at koma við í raðfestingina.
Ein høvuðsstaður, sum vil nakað, hevur vøll til frælsan ítrótt. Har kunnu alskyns ítróttagreinar íðkast - eisini av teimum fólkum, sum gera tað fyri sína egnu vælveru heldur enn í kapping.
Stavnhaldið er, at Havnin og Tórshavnar Kommuna skara fram úr á Føroyakortinum og liva upp til loysunnarorðið »Ein kommuna fyri øll«.










