Kvívík: - Nei, ein kann ikki skilja bygdir sundur soleiðis í eini kommunu, sigur hann við Sosialin.
Orðini fella eftir greinina í blaðnum í gjár, har bygdaráðslimurin, Soffi Egholm vísti á, at fólk í Leynum vóru heit talsfólk fyri at fara úr hesi kommununi og heldur fara upp í grannakommununa norðanfyri, Vestmanna.
Tað finst longu eitt gott samstarv á mongum økjum millum Kvívík og Vestmanna, millum annað innan skúlaverkið, sosiala økið barnaverndina, kvøldskúlan, tónleikaskúlan og mangt annað.
Um hetta samstarvið skal víðkast til eitt veruligt kommunalt samstarv ella samanlegging í framtíðini, er ein opin spurningur sum eingin enn hevur svarið uppá.
- Eg trúgvi, at skuldu fólk her valt hvørja kommunu tey ynskja at leggja saman við, høvdu nógv uttan iva valt Havnina. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at nógv fólk úr Kvívík arbeiða har, slær Boje Christensen fast.
Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvat er rættast at gera í hesum máli. Men Vestmanna og Kvívík er ein ov lítil eind í sjálvum sær, og krevja tí eina aðra kommunala eind at leggja saman við.
Tí kann ein kommuna í framtíðini koma at fevna um Kvívík, Vestmanna og allar bygdirnar í Vágum!
Norður, vestur ella suðureftir
Spurningurin hjá fólkinum í Kvívíkar kommunu er, og kemur uttan iva at verða hesin einaferð í framtíðini: Hvønn veg skulu tey venda sær - til Vestmanna og Vágar ella til Havnar.
Spurningurin um økt kommunalt samstarv millum Kvívík og aðrar kommunur hevur verið umrøddur í bygdaráðnum. Men har er eingin endalig støða tikin. Í blaðnum í gjár var longri samrøða við Soffi Egholm úr Leynum, og sum er vald í Kvívíkar kommuna. Her greiddi hon frá ynskinum og fólkaatkvøðuni í heimbygd hennara um at leggja saman við Vestmanna.
Hesin møguleikin er ikki til staðar, tí skal hetta gerast so verður tað ikki gjørt sum nakrar einstakar bygdir, men sum ein samd kommuna.
Sjálvur hellir borgarstjórin meiri til eitt samstarv við Vestmanna og við Vágar saman, soleiðis at henda kommunala eindin kundi fingið eini 5000 fólk í sítt øki.
Men onnur í kommununi eru heit fyri einum samstarvi við Sundalagið. Hetta ber tó ikki so væl til, av teirri einfaldu orsøk at Kollafjørður liggur ímillum.
- Eg trúgvi, at koma tað til eina atkvøðugreiðslu í bygdaráðnum, so hevði ein helst peikað á Havnina, sigur Boje Christensen.
Enn er kortini ongin avgerð tikin í hesum máli. Orsøkin er helst hin einfalda, at hugsanirnar eru so ymiskar.
Bíða eftir byggisamtyktini
Síðani í august mánaði hevur bygdaráðið í Kvívík annars bíðað eftir at fáa ta nýggju byggisamtyktina góðkenda.
Út frá hesi samtyktini ætlar kommunan at fara undir eina veruliga menning av kommununi, millum annað við at útvega fólki øki at byggja á.
Tað hevur higartil ikki verið nakar trupulleiki at sloppið av við grundøki í kommununi. Og tí eru uttan iva mong, sum við spenningi bíða eftir løtuni, tá tey sleppa at seta føtur undir egið borð.
Bara í Leynum verða í fyrsta umfari gjørligt at stykkja út fyri 18 grundøkjum, men sambært byggisamtyktini kann pláss so við og við gerast fyri ikki færri enn 140 grundøkjum.
- Vit liggja inni við eini 20 umsóknum til grundøki. Hesar eru bæði frá fólki sum búgva í kommununi og fólki aðrastaðni frá.
- Tað verður neyvan nakar trupulleiki at sleppa av við tey, sigur Boje Christensen.
Kommunan skal mennast
Annars eru aðrar ætlanir um menning av bygdunum í kommununi.
Nevnast kann, at kloakkviðurskiftini eru í lagi, og at fólk í Kvívík nú hava fingið reint vatn. Í næstum verður tað sama gjørt í Leynum.
- Reinsiverkið er bílagt, og skuldi helst verðið uppsett áðrenn 1. mai næsta ár, sigur borgarstjórin.
Í Leynum er trupulleikin tann, at landsvegur gongur gjøgnum bygdina, og tí er neyðugt hjá kommununi at fylgja teimum treytum sum fylgja við hesum um ein skal gera nakað fyri tey mongu fólkini, sum góðveðursdagar vitja á Leynasandi.
Skúlin í Leynum verður brúktur til annað enn til skúlagongd. Kommunan hevur innrættað loftið á skúlanum, soleiðis at tað kann brúkast til ymisk endamál, millum annað jólahald og onnur tiltøk.
Tá talan er um eina marina við øllum tí sum hoyrir til eina slíka á Válinum, fær kommunan einki gjørt við tað í løtuni. Málið um bátahylin er í rættinum, og fyrrenn hann hevur talað kemur ein ikki víðari í málinum.
Sum skilst verður rættarfundur aftur 8. januar, og tá verður vónandi funnin ein loysn, so ætlanin um eitt veruligt havnarlag kann farast undir.
FAKTA
Kvívíkar kommuna
Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.
Í kommununi búgva 615 fólk. Av teimum búgva 397 í Kvívík, 54 á Válinum, 40 á Stykkinum, 113 í Leynum og 11 á Skælingi.










