Ein komin til skaða av fýrverki í nátt

Løgreglan sigur, at sambært fráboðanum til teirra, er einans ein persónur komin til skaða av fýrverki í nátt.

Løgreglan sigur, at sambært fráboðanum til teirra, er einans ein persónur komin til skaða av fýrverki í nátt.

 

Talan er um eina gentu í Suðuroyr, sum um 11-tíðina var koyrd á Suðuroyar sjúkrahús, tí hon hevði brent seg í andlitið av fýrverki. Seinni í nátt fleyg tyrlan ein sjúkraflutningstúr av Suðuroyar sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið, men sambært MRCC var einki samband millum hendningarnar.

- Túrurin hjá tyrluni var vanligur sjúkraflutningur, og hevði einki samband við skaða av fýrverki, sigur vakthavandi á MRCC.

 

Á Strondum boðaðu fólk frá, at tað fuku glóðir úr einum nýggjársbáli, sum fólk vóru farin frá. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tá søkt verður um loyvi at brenna bál, verður eisini ein ábyrgdarpersónur uppgivin. Í tílíkum førum ringir løgreglan tí til ábyrgdarpersónin og minnir viðkomandi á, at hann hevur ábyrgd av, at bálið verður sløkt ordiliga.

 

Í Sandavági hava nakrir ótangar gjørt um seg við fýrverki. Teir hava stuttleika sær við at blaka fýrverk niður í postkassar, og ein av hesum postkassunum er oyðilagdur av brestinum. Eisini er ein útilykt oyðiløgd. Grannar ringdu at enda eftir løgregluni, sum kom og tók eitt prát við ungdómarnar.

 

Úr Hoyvík var ein líknandi fráboðan í nátt, har ungdómar gingu runt og spældu sær við fýrverk millum hús, men her stóðst tó eingin skaði av hendingini.