TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen sum tók samanum avrikið hjá føroyska landsliðnum í útidystinum í Pristina, har talan gjørdist um eitt 0-2 tap í Nations League kappingini.
André Olsen heldur, at tað er sera torført at velja nakran dagsins spælara hjá føroyska liðnum í dag, tí alt liðið var langt frá tí sum liðið megnar á einum góðum degi.
André Olsen heldur tó, at liðið vardi væl stóran part av dystinum, men so var tað tann eina dýra løtan tíðliga í seinna hálvleiki sum kostaði liðnum dýrt, tá Kosovo skoraði bæði málini.
André Olsen er tó ivaleysur í, at føroyska liðið fer ikki at spæla nakran so vánaligan dyst aftur í Nations League kappingini, og tí eru vónirnar enn góðar.