Ein klokkutíðir til allar dystirnar

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, dystirnir í teimum báðu deildunum skulu spælast samstundis seinastu umførini. Í Formula-deildini verður spælt klokkan 15 á øllum støðum bæði nú sunnudagin og 19. oktober, meðan dystirnir í seinasta umfarinum – 25. oktober – verða spældir klokkan 15.30. Í 1. deild eru allir dystir tann 12. oktober klokkan 14.30. 18. oktober verður spælt klokkan 15, og í seinasta umfarinum – 25. oktober – verður spælt klokkan 13.