Ein keðiligur trupulleiki sum er ringur at loysa

- Vit avgera ikki nær seyðurin kastar ullina, siga bøndur um lesull, sum sløðist í haganum

 

Hóast lesull er til stóran ampa fyri heiðafuglin, so er har er ikki so nógv, mann kann gera við tann trupulleikan. Tað siga bøndurnir báðir Jóannes Patursson og Jóhan Jógvansson, sum samstundis ásanna, at lesull er ein avbjóðing fyri tjøldur í Føroyum.

 

- Øll hava áhuga, í at lesull ikki liggur og sløðist, men mann kann illa varða seg fyri tí. Onkuntíð kastar fyrsti seyðurin í mai, meðan restin ikki er klárur at royta fyrr enn í juli. Um allur seyðurin skal roytast í einum, má mann bíða, til tað er klárt, sigur Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø.

Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, er samdur.

- Vit avgera ikki, nær seyðurin kastar ullina. Men vit mugu standa við, at ábyrgdin er okkara. Hesum kunnu vit ikki snúgva okkum undan.

Hann sigur, at tað er ikki av leti, at tað roytingin onkuntíð verður útsett.

 

- Sum bóndi er mann sperdur í allar endar og kantar. Tað er ein avbjóðing at fáa fólk á fjall og avgreiða roytingina til tíðina, og tí verður tað ofta seinni enn ætlað. Fuglafrøðingarnir kunnu koma og hjálpa til, og so royta vit seyðin í felag.

Fuglafrøðifelag Føroya meinar, at onkur má taka ábyrgd fyri hesum, sum tey kalla eina stóra náttúruverndaravbjóðing - les: Seyðurin má roytast í góðari tíð