Jóhan Sigurðsson
Ráðið fyri ferðslutrygd hevur eitt skilagott átak ferðsluni at bata. Tað hevur sett spurningar til kommunuvalevnini og sett úrslitið á heimasíðuna www.ferdslutrygd.fo
Her er ein keðilig villa komin í hjá teimum. Har stendur at Jóhan Sigurðsson er valevni til Sunda Kommunu. Forvirringurin kemur ivaleyst av hesi nýggju "stórkommununi". SvF greiddi eisini nú eitt kvøldi frá samanløgdu bygdunum og har vóru Ljósá og Svínáir longu komnar upp í nýggju Sunda Kommunu.
Hetta argar helst onkran á Eiði og hjá okkum her suðuri, sum skulu ansa eftir, ikki at verða burturgloymd, men verða eins viðfarnir borgarar í kommununi.
Ja, slíkt mistak ger tað ikki lættari, uttan at tað tó stendur um lív av hesum.
Fyri góðan ordan skyld verður hervið sagt frá, at Eiðis Kommuna er ein felagskommuna og umfatar bygdirnar Svínáir, Ljósá og Eiði og at Jóin býr í Svínáum og er valevni í Eiðis Kommunu, um onkur skuldi leita skeivt.
Gott val!