Tað heldur Súsanna Danielsen, fyrrverandi stjóri á Løgtingsskrivstovuni.
Við Sosialin í dag sigur hon, at álvandi skulu landsstýrisfólk sjálvi sleppa at velja um tey varðveita sín tingsess ella ei.
Hon heldur, at lógin sum er galdandi og krevur at landsstýris fólkini siga tingsessin frá sær, í veruleikanum er ein katastrofa.
– Ikki tí tað hevur nakað sum helst við talið av atkvøðum at gera, men heldur tí, at hendan skipanin ger, at samgonguleiðararnir ofta missa tamarhald á samgonguni, sigur hon við Sosialin.
Hon heldur, at reglan í stýrisskipanini um at landsstýrisfólk ikki kunnu sita í Løgtinginum, ongantíð átti at veri galdandi.
– Hendan reglan ger, at tey fólk, sum koma í tingið, ofta ikki hava royndir sum politikarar og skulu hava drúgva tíð at skilja, hvussu politikkurin virkar. Hon ger eisini, at politisku leiðararnir í einari samgongu ofta missa tamarhald á samgonguni, sigur hon.
Tað vóru Bergur Berg, stjórnmálafrøðingur, og Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur, sum førdu fram í tíðargrein í Dimmalætting herfyri, at landsstýrisfólk sjálvi skuldu sleppa at gera av, um tey hava sæti á tingi ella ikki. Síðani hevur Miðflokkurin lagt uppskot um hetta fyri tingið
Fyrrverandi stjórin í Løgtinginum sigur við Sosialin, at tað altíð er so, at tá ið ein samgonga verður skipað, so eru tað floksformenn og leiðandi persónar í flokkinum, sum fara í landsstýrið. Tey fáa so nógv at gera, at tey fara longur og longur burtur frá politiska arbeiðnum í Løgtinginum.
– Var tað soleiðis, at tey kundu valt, so ivist eg ikki í at tey flestu høvdu latið varafólk koma inn á ting, men so høvdu tey framvegis havt tamarhald á støðuni. So kundu landsstýrisfólkini til eina og hvørja tíð tikið sæti aftur á tingi og á tann hátt fingið stýrt politikkinum betur, heldur Súsanna Danielsen.