Ein katastrofa

Tveir av 700 næmingum handaðu ein tekst inn til skrivikapping fyri 9. flokkar. Rakel Helmsdal er skelkað.

Beint fyri jól skrivaðu Rithøvundafelagið, Nám og Norðurlandahúsið eina skrivikapping út, fyri allar næmingar í 9. flokki í Føroyum. Talan er um yvir 700 næmingar.

Evnið í skrivikappingini var 9.41 og annars var einasta avmarkingin longdin. Næmingarnir kundu skrivað tað, teimum lysti.

Vinningurin í skrivikappingini var eitt uppihald á rithøvundaskúla í Svøríki í eina viku. Tríggir vinnarar skuldu fáa høvuðsvinningini, umframt at 15 av bestu tekstunum skuldu útgevast í bók.

Tó at ilt er at spáa um tílíkt, so skrivar Rakel Helmsdal á síni bloggu, at um hon vildi mett tað verið ússaligt, um færri enn 100 tekstir komu inn frá teimum gott og væl 700 næmingunum, og samanber hon við Áland, har 400 næmingar handaðu 250 tekstir inn.

2. mars var freistin úti, og Rakel Helmsdal sigur, at einans tveir tekstir vóru latnir inn. Tveir tekstir frá 700 næmingum.

Á bloggu síni skrivar Rakel Helmsdal, at kunningini bilti einki, hvør flokkur hevði fingið eina plakat og hvør næmingur ein faldara. 

- Kappingin er sjálvandi avlýst. Tveir tekstir eru ongin kapping. Men sum høvundur haldi eg, at hetta er ein katastrofa. Tað letur til, at ungir føroyingar ikki hava hug at skriva yvirhøvur. Sjálvt stórir góðir vinningar og lættar uppgávur kunnu ikki lokkað tey at gera tað og lærararnir gera ikki tað stóra heldur at halda teimum til, skrivar Rakel Helmsdal.