Hondbóltsprát
- Hatta var ein katastrofudystur hjá okkum. Eg veit ikki, nær vit seinast hava fingið ein slíkan umgang, men tað er í øllum førum langt síðani.
Nei, strikuspælarin og liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Olsen, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon eftir tapið fyri VB skuldi siga sína hugsan um dystin.
Einki riggaði
Spurd, hvør orsøkin til stóra tapið var, helt Una, at spælið snøgt sagt ikki var nóg gott. Og at tað serliga var í verjuni, at tað gekst illa í hond.
- Vit spæla rætt og slætt illa, og so høvdu vit heldur ikki tann viljan at vinna, sum skal til í slíkum dystum. Tað hevði VB. Tær góvu seg alla tíðina tað seinasta lítla pettið, og tað ger ofta stóran mun. Ikki minst, tí vit eru so óskipaðar í verjuni. Tað ger, at vit ofta koma í millumstøður, og tá tær so alla tíðina royna at stríða seg seinasta pettið innum, kostar tað hópin av brotskøstum.
- Hartil riggaði álopsspælið hjá okkum slettis ikki. Serliga tí skjúttarnir hjá okkum ikki halda seg til. Hetta roknaði VB skjótt út, og so kundu tær jú bara standa við eini flatari verju, sum sjálvandi gjørdi tað munin truplari hjá okkum at spæla tunt.
Pínligt
Longu mikudagin skal Stjørnan aftur royna seg móti VB. Hesa ferð í hálvfinaluni í steypakappingini, og her hevur VB undan dystinum fyrimunin.
Sjálv sær Una Olsen ikki hesa uppgávuna sum ógjørliga, hóast stórtapið sunnudagin. Men hon ásannar, at spælið tá skal vera betri.
- Tað skulu í øllum førum aðrir bollar á suppuna. Avrikið hesaferð var pínligt. Vit spæla fyri fullasettari høll, og fara niður við nakkanum á hendan hátt. Tað skal ikki góðtakast. So er bara at vóna, at tað fær okkum at taka okkum sjálvar í nakkan, og á tann hátt koma uppaftur, staðfesti liðskiparin hjá Stjørnuni at enda.










