Leygarkvøldið gjørdist bólkurin Fuckin? A nr. 3 í GBOB og eftir hetta var kunngjørt, fingu vit eitt orð við gittaristin Frans Galán, ið er beiggi Niels Arge í 200. Bólkurin var mannaður av trimum limum úr SIC, Frans, Mikkjal og Magnus.
?Fyri 10 døgum síðani, kom Magnus við uppskotinum um, at vit tríggir skuldu melda okkum til GBOB-kappingina.? Í 2005 tók SIC lut í GBOB og her gjørdust dreingirnir eisini nr. 3. ?Tað er løgið at hugsa sær, at vit aftur í ár megnaðu at gerast nr. 3, tá ið tað bert var ein joke hjá okkum hesa ferð. Vit hava bert vant tríggjar ferðir til kappingina, meðan aðrir bólkar hava brúkt tímavís uppá at gera seg klárar til kappingina. Vit tímdu ikki at gera so nógv burturúr, tí vit eru bert her fyri at hava tað stuttligt. Eg haldi, at tað vóru sera nógvir feitir bólkar í kvøld. M.a. spældu Ineptus heilt ótruliga væl. Eg havi mangan hoyrt dreingirnar spælt áður, men hetta er fyrstu ferð, at teir hava verið so góðir, haldi eg.?
Tá ið hann verður spurdur um hvat slag av tónleiki, bólkurin spælir, svarar hann, at teir tríggir eru vorðnir samdir um, at teir spæla whiskey-metal. Ein teirra segði ein dagin, at whiskey longu hevði ein smakk og nú hevur tað so eisini eitt ljóð ? teirra serstaka ljóð.