Á lítlari samkomu á Umhvørvisstovuni søgdu starvsfelagarnir Sverra Arge farvæl, nú hann eftir samfull 46 ár í tænastu innan kortlegging og matrikulering leggur frá sær fyri aldur
Í hesum sambandi bar Petur Nielsen, leiðari fyri matrikulin Sverra eina takkarkvøðu, har hann millum annað vísti á, at tey yri knøppum ári síðani hildu vit 45 ára starvsdag hansara.
- Tá takkaðu vit tær fyri samstarvið øll árini og ikki minst tína jaligheit og fyrimyndarliga áræði, tú hevur víst, tá tú - so at siga uttan avbrot og nevnivert av sjúkradøgum - hvønn dag øll hesi árini hevur lagt til brots til arbeiðis.
Sveri Arge hevur eisini verið sera punktligur og pliktuppfyllandi, øll árini í Jónas Broncksgøtu á Matrikulstovuni, og nú úti á Argjum á Umhvørvisstovuni.
- Eina fyrimynd kallaði eg teg í fjør, og tann myndin er ikki broytt. Heldur tvørtur ímóti, tí vit starvsfelagar hava verið heppin, at tú hevur ríka okkum tilveruna sum vinur og sum menniskja.
- Tað verður saknur í tær, nú tú fer at njóta títt otium. 67 ára gamal av aldri, men ungur av sinni, segði altso Petur Nielsen í síni røðu.
Sverri Arge fekk í hesum sambandi handað blómutyssi og gávulut frá starvsfeløgunum á Umhvørvisstovuni.
Mynd: us.fo










