Ein innilig áheitan til játtandi myndugleikan og miðlarnar

- nú tað er spenninur um, hvørt føroyska Anna sleppur í X Factor finaluna í Parkini.

Fríðálvur Jensen
------

Tað kann gott vera, at vit uppliva eina kreppu, men tað er umráðandi, at vit síggja allar teir ljósu spírarnar, sum stinga seg upp í løtuni.
Eg skal yvirhøvur ikki taka alt fyri givið, men eg havi roynt at fylgt Annu í hennara fantastisku roynd at koma í finaluna í Parkini, og tað skal ikki undra meg, um tað fer at eydnast henni.
Hennara evnum feila so ONKI!
Nú er so spurningurin, um vit her í Føroyum eiga at síggja møguleikarnar í hesum fantastisku evnunum, so tað kann gerast møguleiki fyri, at, fyrst og fremst, hesi fáa møguleikan fyri at byggja víðari á sítt talent – her má og skal latast upp fyri enn størri vælvild – lat “jante” bara sigla sín egna sjógv!
Eg veit ikki um eg havi rætt, men tað er onkursvegna ikki reiðiliga gingið upp fyri ávísum innan játtandi myndugleikan og miðlarnar, at vit, enn einaferð, eru við at uppliva, at eitt av fantastisku talentunum er um at berja seg upp har fleiri túsund bara droyma um at koma?!
Tað er ikki sørt hugstoytt, at fokus er so lítið á hetta, og vil bara heita á ØLL við ynski um, at vit hava enn størri fokus á mongu evnini ímillum okkum, sum bæði vit øll og landið kann fáa stóra gleði av!
Eg havi fleiri ferðir nevnt, hvat vit kundu fingið burtur úr eini sprettandi tónleika- og mentunarligari vinnu, so tað skal eg ikki brúka fleiri orð uppá.
Royni nú at vera á plettinum, nú eitt av okkara fantastisku, føroysku talentum gera seg galdandi.
Tað er mín vón, tí har eru stórir møguleikar!
Enn eitt gott ynski til Annu um, at tað fer at bera á mál hjá henni, tí fyri hana er hetta ein fantastiskur møguleiki at liva síni evni út, so hon kann gera tónleikin til sína lívsleið.
Vónandi, fara vit at síggja fleiri evnir, og at hesi fáa tað virðiligu viðferð, sum vit skylda teimum.