Harry Jensen, sum var við, tá skúvoyingar handaðu løgmanni slakar 870 undirskriftir í Tinganesi týsdagin, ásannar, at ein íbinding í Skúvoynna úr einum møguligum Suðuroyartunli fyllir ógvuliga nógv – fyri ikki at siga alt – hjá skúvoyingum í løtuni.
- Fyri Skúvoynna verður tað ein spurningur um lív ella deyð, um oyggin verður lopin um í einum Suðuroyartunli ella ei. Nú ein verklagslóg um hesa verkætlan eftir øllum at døma nærkast, er ein íbinding - ella teymur uppí Skúvoynna - altavgerandi fyri okkum, sum búgva her og fyri framtíðina hjá oynni, sigur maðurin, sum eisini var borgarstjóri í Skúvoyar kommunu í fleiri ár.
##med2##
Einasti møguleiki
Mánamorgunin vóru vit á gátt hjá Harry Jensen í Skúvoy, har vit fingu gott kaffi og karamellur.
Tá hann verður spurdur, hvat fyllir mest í hansara høvdi í løtuni, er eingin ivi.
- Hóast vit hava skilt, at ein partur av tunnilstoyminum ikki tykist so heitur fyri einari íbinding í Skúvoynna, síggja vit hetta sum ein fantastiskan møguleika og einasta møguleika hjá okkum til fast samband.
So tað er greitt, sigur hann, at hetta fyllir ógvuliga nógv, nú líkt er til, at ein Suðuroyartunnil nærkast.
- Yngstu fólkini, sum fysiskt búgva í Skúvoy í dag, eru 55 ár og eldri. Eingin búsetir seg her, sum ikki hevur jørð, soleiðis sum støðan er, men eg veit um fólk, sum høvdu sett seg niður her, um tað læt seg gera at búgva í Skúvoy og arbeiða aðrastaðni, sigur hann.
##med3##
Tað er ikki lætt
Kona Harry, Betty, hevur verið lærari við Sands skúla í fleiri ár, og hóast hon hevur valt at fara frá við pensjón, tekur hon nú tímar aftur á meginskúlanum Inni í Dal.
- Men, tað er ikki lætt at búgva í Skúvoy og arbeiða av bygdini, serliga ikki á vetrardegi. Er hampiligt veður ein fríggjadag, tá tú hevur fingið frí, er ikki vist, at líkindi eru at sleppa av aftur oynni mánadagin eftir, tá klokkan í skúlanum ringir innaftur.
Harry vísir á, at í slíkum føri noyðist tú ofta at vera burtur alt vikuskiftið, og soleiðis sleppur tú ikki heim at halda vikuskiftisfrí.
- Tað, at vit her úti einki sjóvegis samband høvdu í einar 20 dagar í januar, kemur ikki í KvF, tó at vit dagliga hoyra slíkar fráboðanir, tá ikki koyrandi er til ymiskar bygdir í nakrar tímar ella í ein dag. Alt gott um, at slíkar fráboðanir koma, tí tað heldur fólk aftur at koyra seg í óføri.
##med4##
Óunniligt í ódnarveðri
Nú so fá fólk eru eftir í Skúvoy, heldur hann fyri, at tað kann gerast óunniligt at sita í bygdini, tá illveður leikar í, og tú veitst, at meginparturin av teimum, sum eru eftir í bygdini, eru eldri og gomul fólk.
- Eg haldi, tað var í 2011, at eitt harðført illveður av útsynningi rakti okkum. Her vóru fleiri vindskaðar, og flestu hús í bygdini fingu ymiskar skaðar í ódnarveðrinum. Vit vóru fimm mans, sum tá noyddust út at bjarga tí, sum bjargast kundi, harav tveir av monnunum tá vóru farnir um tey sjeyti.
Hann vísir á, at er einki fólk eftir í bygdini, og eitt slíkt illveður rakar aftur, er vandi fyri, at stórur partur av bygdini liggur javnaður við jørðina.
- Í illveðrinum ta ferðina feyk ymiskt, sum var losnað, millum húsini og gjørdi skaða kring um í bygdini.
Og Harry endurtekur:
- Slíkar løtur kunnu gerast rættiliga óunniligar í náttarmyrkrinum og ikki sørt vandaleysar, tí hóast lítið fólk er eftir í Skúvoy, eru fleiri hús í bygdini.
Hann vísir til føgru og romantisku orðini, sum ofta verða havd á lofti, tá ræður og smáu bygdirnar og útoyggjarnar, men hann ásannar, at tá einki fólk verður eftir, nyttar einki at rópa hesar bygdir í nøkrum romantiskum samanhangi. Tá verður eingin romantikkur meira.
- Vit í Skúvoy eru sjálvsagt fegin um allar skilagóðar samferðsluútbyggingar í Føroyum, men tað kann tykjast løgið, at vit kanska vera útihýst í verklagslógini fyri 200 miljónir krónur til eina íbinding, tá bygdir, sum frammanundan hava vegasamband, fáa tunlar og standa í bíðirøð til tunlar, sum gjarna kosta væl meira enn eina slíka upphædd.
##med5##
Ein innilig áheitan
Tað eru fáir tunlar, sum verða nýbygdir í Føroyum, ið kosta minni enn 200 miljónir krónur.
- Vit venda okkum tí til politiska myndugleikan í Føroyum – alt Føroya løgting – um at fáa Skúvoynna við, tá verklagslógin til Suðuroyartunnilin verður gjørd, tí hetta verður altavgerandi fyri oynna.
Harry Jensen hevur sjálvsagt fylgt málinum um nýggj skip til eitt nú Nólsoynna, Svínoynna, Fugloynna og Kalsoynna, men soleiðis, sum viðurskftini eru í Skúvoy, samstundis sum Suðuroyartunnilin næstan verður bygdur undir oynni, ivast hann ikki í, at nógv tann skilabesta og í longdini bíligasta loysnin verður ein teymur úr Suðuroyartunlinum og upp til Skúvoyar.
- Tí er tað okkara áheitan á øll tey háttvirdu fólkavaldu um ikki at lata okkara oyggj doyggja út, tá hetta er eitt gylt høvi at blása lív í aftur oynna. Vit duga ikki at síggja, hvussu tað kann forsvarast í einari verkætlan við einum komandi Suðuroyartunli ikki at taka Skúvoynna við í verkætlanina, sigur hann.
Hann leggur aftrat, at kemur Skúvoyggin ikki við í verklagslógina við einum nýggjum Suðuroyartunli, fær oyggin ongantíð fast samband, og tá verður oynni ikki lív lagað.
Nokk at takast við
Harry Jensen, sum er útbúgvin elektrikari og maskinist, er annar av monnunum, ið starvast sum avgreiðslufólk hjá Strandfaraskipum Landsins í Skúvoy, og haraftrat hevur hann el-verkið, veiting av olju til húsarhaldini og ruskið hjá IRF.
- Hevði eg ikki havt arbeiði í oynni, nú eg havi selt tey festi, eg havi sitið við, hevði eg heldur ikki búð her, leggur hann aftrat.