Ein hvalur er rýmdur

Tað minkar burtur av fylgisveinagrindini. Ein av hvalunum við sendara er farin úr bólkinum og heldur seg norðan fyri Føroyar, sigur Náttúrugripasavnið í fráboðan hósdagin seinnapart

Í tíðindaskrivi seinnapartin hósdagin boðaði Náttúrugripasavnið frá, at ein av hvalunum, sum fekk sendara ásettan í Sandavági í seinastu viku, er farin úr bólkinum.
Hesin hvalurin, sum hevur ein sendara, ið sendir annanhvønn dag, er í løtuni staddur nakað norðan fyri oyggjarnar, men kortini í føroyskum sjógvi. Hesin hvalurin er á kortinum merktur við gulum liti.