Eitt afturvendandi tiltak, sum fyri nógvar havnarborgarar er eitt slag av einum startskoti upp á jólini, er tá ið jólatræið á Tinghúsvøllinum verður tendrað, og alt annað jólaprýði í býnum eisini verður tendrað. Sum siður er, verður hetta gjørt leygardagin fyri fyrsta sunnudag í advent, og tað var nú farna leygardag.
Nissur settu dám á
Hundraðtals fólk vóru til hugnaligu løtuna. Áðrenn jólatræið bleiv tendrað, hildu bæði Sverri Steinhólm, prestur og Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu, og Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna. Men bráddliga kom jólamaðurin.
Við hjálp frá stigabilinum hjá Tórshavnar Sløkkiliði bleiv jólamaðurin lyftur upp til toppin á stóra jólatrænum, og við einum sonevndnum kúlufýsi tendraði hann træið.
Tá ið tað var gjørt, komu fleiri smáar nissur úr einum av gomlu sløkkiliðsbilunum, og við sær høvdu tær hvør sín stóran posa fullan av øllum møguligum góðum. Trúfastar gingu hesar smáu , fittu nissurnar runt og bjóðaðu bæði smáum og stórum okkurt gott, og ongin bleiv snýttur.