Ein hjálpandi hond til løgtingið

Hóast lógin um ábyrgd landsstýrismanna staðfestir, at brot verður revsað við hefti ella fongsli, so hevur tingið ikki skyldu at reisa ákæru, sigur Hans Gammeltoft Hansen

 

 

Í frágreiðingini um Skálafjarðartunlinum staðfestir kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen, at stýriskipanarlógin er brotin.

 

Grein 5 og 6 í ábyrgd landsstýrismanna staðfesta:

 

“§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

§ 6. Revsingin eftir § 5 er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 2. Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella hefti.
Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.”

 

Hóast hesar ásetingar, so mælir kanningarstjórin í síni frágreiðin til, at Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen verða revsaðir við eini sokallaðari nøs.

 

Hans Gammeltoft Hansen var gestur í Degi og Viku í kvøld, og har grundgav hann fyri, at hann hevði loyvt sær at koma við hesum ískoyti til sína frágreiðing.

 

- At reisa ákæru er eitt stórt stig, og í Danmark verður hetta bert gjørt, um talan er um stórmál. Orðaljóðið í donsku ministaralóggávuni er fullkomuliga meinlíkt tí, sum er í føroysku lóggávuni, men fyri at hava eitt slag av millumtingi millum frídøming og revsing, hevur fólkatingið sjálvt ment hesa skipan.

 

- Í Føroyum er hendan siðvenjan ikki ment, men eg helt tað vera eitt gott hugskot at vísa á, at hetta eisini er ein møguleiki. Hetta var einvíst gjørt fyri at vera hjálpsamur mótvegis føroysku politisku skipanini – ikki fyri at troka mína meining framat, segði Hans Gammeltoft Hansen millum annað við Dag og Viku.