Ein hjálpandi hond í Svf og Úf

Møguleiki verður hjá øllum Føroya fólki at fylgja við landsumfatandi innsavningini sunnukvøldið, tá Svf og Úf fara at samsenda úr Norðurlandahúsinum. Skráin er fjølbroytt, men serliga tónleikurin kemur at fylla nógv.
Teitur, Eivør og kári p verða ímillum høvuðsnøvnini

Teitur Lassen, Eivør, Enekk, Føroya Symfoniorkestur, Kári P., Aldubáran, Karl Martin Samuelsen og dupultkvartettin úr Ebenezer verða ímillum stóru føroysku tónleikanøvnini, ið fara á pallin í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Fylgt verður eisini við innsavningini, so hvørt, sum peningurin kemur inn.

Víðkað nýggjárskonsert
Ivan Niclasen úr Svf greiðir frá, at teir longu byrjaðu at fundast um eina tílíka samsending á nýggjárinum.
? Vit komu skjótt fram til, at lættasta og besta loysnin var at leggja eina tíkíka sending saman við nýggjárskonsertini hjá symfoniorkestrinum. Tí tá varð øll útgerðin sett upp í Norðurlandahúsinum allíkavæl, greiðir Ivan frá.
Tí bleiv tað til eina víðkaða nýggjárskonsert, sum fer at senda paralellt við skipaðu innsavningina, sum fer at fara fram um alt landið tá.
Umframt symfoniorkestrið, sum nú kemur at hava eina nakað broytta skrá, verða eisini aðrir kendir tónleikarar at síggja á pallinum. Samarbeitt verður eisini við bankarnar, sum fara at hava opið sunnukvøldið, soleiðis, at fólk allatíðina síggja hvussu gongur við innsavningini. Tølini fara at verða kunngjørd so hvørt, sum peningurin kemur inn. Okkurt tilfar verður eisini at síggja um vanlukkuna og verandi støðuna í Asia, og vertar verða bæði á pallinum og úti í forhøllini, har samrøður við ymisk viðkomandi fólk verða gjørdar.
? Innsavningartiltakið verður sligið saman við árligu nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Tað verða ikki fleiri konsertir, men ein long, fjølbroytt og samanhangandi konsert, við ymiskum øðrum tilfarið inn ímillum eisini, slær Ivan fast.

Lættur, virðiligur andi
? Tiltakið kemur at vara frá kl 19?23. Áðrenn vit enda kl 23, vóna vit at hava endaligu upphæddina av innkoma peninginum greiða, sigur Ivan.
Hann leggur dent á, at hóast talan er um eina innsavningarkonsert til eina vanlukku, so ætla tey at hava tilfarið lætt.
? Nakað, sum tónleikararnir løgdu dent á heilt frá byrjanini var, at hóast hetta verður ein innsavnan til eitt tragiskt endamál, so skal andin í konsertini og sendingini ikki bert vera tungur og tragiskur. Hann skal vera virðiligur og lættur. So tað fara vit at leggja okkum eftir, sigur hann.
Ivan sigur, at tað hevur verið lætt at fáa fólk at hjálpa til í innsavningartiltakinum.
? Øll arbeiðskraftin í hesum samtakinum verður ókeypis. Bæði út- og sjónvarpsfólk, tónleikarar, bankafólk og fólk í Norðurlandahúsinum fara at arbeiða ókeypis hetta kvøldið. Og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, tí fólk hava sjálvi boðið sær til tað, staðfestir Ivan Niclasen.
Enn er skráin ikki komin heilt undir land, tí onkrir smálutir eru framvegis eftir at koma uppá pláss, men í tí stóra og heila er skráin um at vera greið.