Tað eru ikki tey stóru málini, sum hava verið á skránni hjá løgregluni seinasta samdøgrið.
Í bygdum øki á Skálafjørðinum fingu teir bilførarar bót og klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra ov skjótt.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførararnir vórðu máldir at koyra 76 kilometrar um tíman.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í gjár um eitt lítið tjóvarí í einum handli, og onkur hevði roynt at stolið ein bil.
- Ein persónur hevur sitið í brummuni í nátt, tí viðkomand dugdi sær ikki hógv á almennum staði.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at persónurin er sloppin út aftur, men við sær hevur viðkomandi eina bót.