– Hetta vísir at vit eru ein partur av vesturheiminum og ein týdningarmikil partur í Arktiskt
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við TV2 í Danmark beint eftir tíðindafundin í Danmark í áðni, har ætlanin fyri, hvussu arktiskt skal verjast, varð almannakunngjørd.
Ein partur av tí er at seta ein hernaðar-radara upp á Sornfelli. Løgmaður staðfestir, at enn er eingin avgerð tikin um hetta í Føroyum. Men hann sigur, at fyri hann er hetta ein møguleiki, og eitt prógv fyri, at vit eru ein týdningarmikil partur av arktisk.
Hann sigur, at nú fer málið at verða nágreiniliga viðgjørt í Føroyum og so verður ein avgerð tikin í tí grundarlagnum.
Løgmaður sigur, at hann sær Føroyar, sum ein part av Vesturheiminum og av Nato, men vit vilja hava gott handilssamband við allan heimin.
Tað hevur verið frammi, at loyva vit einum hernaðar-radara í Føroyum, kann tað uppfatast sum ein provokatión ímóti Russlandi, sum vit hava gott handilssamband við.
Men tað stúrir løgmaður ikki fyri. Hann sær hetta sum ein góðan møguleika fyri Føroyar tí tað er ein fortreyt fyri at radarin kann verða settur upp á Sornfelli, at hann eisini verður til taks hjá tilbúgvingini í Føroyum at brúka í sambandi við leiting og bjarging, veðurlagsgransking, til at basa oljudálking, og annað, sigur løgmaður.
Løgmaður bæði væntar og vónar, at politiski myndugleikin í Føroyum tekur undir við radaranum, men tað er eisini ein teoretiskur møguleiki fyri, at Løgtingið sigur nei. Men so taka vit støðu út frá tí, sigur hann.
Hann sigur, at enn hevur Løgtingið ikki havt møguleika at viðgera málið. Men landsstýrið fekk eina frágreiðing í 2016, men síðanu hava myndugleikarnir í Føroyum ikki frætt so nógv. Men nú verður málið upplýst og so taka vit støðu út frá tí, sigur Bárður á Steig Nielsen við TV2.











