Ein óheppin viðmerking í reinari frustrasjón

Eg skal vegna okkum í ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins, sum vóru til staðar á Gl. Apoteki í gjár, viðganga, at tað, sum vit sendu út til Gerhard Lognberg, løgtingsmann, varð gjørt í frustrasjón og ikki var tað, sum vit vanliga halda vera borðbært. Hesum harmast vit. Men so ein frágreiðing um orsøkina til hesa frustrasjón.

Øll vit, sum hava verið við í politiska arbeiðinum, vita, at sjálvt um vit hoyra til eina samgongu, so eru vit langt frá altíð samd í einum og øllum. Eisini vita vit, at sjálvt um vit enntá hoyra til ein og sama flokk, so hendir tað mangan, at ósemjurnar innanhýsis eru stórar. Tá er bert ein vegur at ganga, og tað er at seta seg við borðið og arbeiða seg fram til eina semju. Einasta amboði í hesum arbeiði er talaði orðið. Men semjurnar seta altíð sum krav, at partarnir geva seg og flyta seg ímóti hvørjum øðrum. Men allarfyrsta treytin er, at partarnir møta til fundar, har avgerðirnar verða tiknar.
Tað kann væl vera, at mong kunnu siga, at vit, sum í dag umboða Javnaðarflokkin á tingi og í landsstýri, ikki í nóg stóran mun reka reinan og góðan javnaðarpolitikk. Tað ger man bert, um man situr í andstøðu, men tá verða tað bert tey reinu og flokstrúgvu orðini og ongi úrslit. Men í einari samgongu, so eru tað altíð semjurnar, sum vinna frama, og tað kann til tíðir verða trupult at marka úrslitini til ein ávísan flokk í samgonguni. Men hin vegin er tað rætt, at vit altíð seta spurningin við, um kósin er tann rætta.
Eitt skerst tó ikki burtur, og tað er, at okkara umboð gera tað, sum tey megna og orka til tess at vinna so nógv tann vegin, sum vit vilja hava samfelagið at fara. Rættiliga oftani verður tað í hesum tíðum við stórum halli á fíggjarlógini talan um at verja borg, soleiðis at viðurskiftini ikki versna og skipanir niðurbrotnar. Eitt annað, sum heldur ikki skerst burtur er, at hesi somu fólk leggja eina stóra orka og nógva tíð í politiska arbeiðið. Tíð við nógvum fundum og tingingum, sum ikki altíð er tær mest undirhaldandi, men sum tó mugu gerast. Eru úrslitini tá ikki nóg nøktandi, so kennist møðin av arbeiðinum tvífald.
Hvat er so góður javnaðarpolitikkur? Her má eg viðganga, at reini sosialdemokratiski politikkurin hevur verið undir trýsti innanífrá í alt ov langa tíð. Mótvegis almenninginum hava vit í ov stóran mun ikki havt nóg neyvar politiskar útmeldingar til mong mál í longri tíð, tí áðrenn vit minst varnast, so verður tað, sum vit hildu okkum hava semju um, skotið niður av okkara egnu. Hetta er hent t.d. innan eitt nú fiskivinnuna, skatt, mentan, kommunurnar, fólkaskúlan og eldraøkið. Við vilja nevni eg virðispolitikkin til seinast t.d. tað at verja útsettar bólkar í samfelagnum, hóast hetta eru sera týðandi javnaðarpolitisk áhugamál.
Eg haldi, at vit øll, hvar enn vit sita í skipanini, hvør í sínum lagi á egnan hátt gera tað ítarsta fyri at liva upp til tað álit, sum veljarin og flokkurin hava givið okkum.
Er ein flokkur í samgongu, so skulu semjur gerast alla tíðina, tí eingin flokkur fær alt, meðan allir fáa okkurt. Mangan gera vit semjur í samgonguni, sum hondina á hjartað ikki altíð smakka okkum so væl, men sum eru neyðugar, soleiðis at týdningamikil mál verða rokkin. Tíverri hava vit alt ov mangan upplivað, at tá trýstast skal á knøttin í tingsalinum, so verða vit framstillaði sum svíkjarar mótvegis javnaðarhugsjónini, meðan bert tann eini er tann reini. Men tað er lætt, um man ikki kennir seg sum part av nøkrum og letur hini taka tøkini. Lætt at vera í andstøðu til øll onnur enn seg sjálvan.

Tá alt okkara arbeiðið nú soleiðis verður skotið í skeljasor fyri opnum skugga, tí hetta ikki er í familju við javnaðarpolitikk sambært tí eina persóninum, so sigur tað seg sjálvt, at sjálvt hampafólk halda, at nú er ovboðið. Og so als ikki, um tann, sum tá letur okkum øll úr inn at skinninum, ikki hevur luttikið í politiska arbeiðinum. Hetta var tað, sum tíverri hendi í gjár.
Fyrsta treytin fyri ávirkan av úrslitum er, at ein sjálvur er til staðar. Ikki bara tá tingformaðurin kallar til fundar, men so sanniliga í teimum ymisku politisku smiðjunum bæði á floksfundum á Gl. Apoteki, limafundum runt um í landinum, floksleiðslufundum fyri ikki at tala um á landsfundum. Men har er gjarna ein tómur stólur.
So vegna okkum øll, so høvdu vit ynskt, at viðurskiftini vóru nógv øðrvísi. Flokkurin stendur seg illa í veljarakanningum, so tað vit minst av øllum hava brúk fyri beint nú er, at vit stinga hvønn annan í bakið.
Eg fari tí her til seinast at heita á allar góðar javnaðarkreftir um, at vit leggja hetta afturum okkum og heldur taka eitt tørn fyri at fáa vent gongdini rætta vegin.