Ein áheitan til deyðsiglarnar í løgtinginum

Nú má okkurt ítøkiligt gerast fyri økini uttan fyri miðstaðin og kakið um at avtaka økisumboðanina á tingi má steðgast her og nú

Meðan politikarar í miðøkinum – væl hjálptir at høvuðsstaðarpressuni – eru um at blíva samdir um at niðurleggja økisumboðanina á tingi – hevur Tórshavnar Kommuna einsamøll avgjørt at hækk íløgurnar í høvuðsstaðin við 100 milliónum krónum komandi ár.

Hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur barst fyri at fáa eina tálming av almennu íløgunum, so hækkar Tórshavnar Kommuna á komandi fíggjarlóg íløgurnar úr 150 upp í 250 milliónir krónur.

Til samanberingar kann sigast, at næst størsta kommuna í landinum hevur eina samlaða fíggjarlóg upp á einans 150 milliónir krónur við høvdum og gøgnum - hetta er næstan helvtin av tí sum Heðin Mortensen brúkar í íløgum.

Tað er fullkomiliga láturligt at samstundis sum hetta hendir - sita politikarar í løgtinginum og tosa um at avtaka økisumboðanina á tingi.

Sum formaður í lokalfelag hjá Sambandsflokkinum fari eg at heita á leiðslu floksins um at vakna og syrgja fyri, at hetta orðaskiftið steðgar – her og nú - til vit fáa greiða á, hvussu vit fáa gjørt nakað ítøkjuligt fyri at bøta upp á hendan fúla ójavna - sum so grelt er komin til sjóndar í dag.

Eg fari eisini at spyrja hini lokalfløgini í landinum - um tey bara ætla at standa og hyggja, meðan borgarin uttan fyri miðøkið verður alt meira avskerdur frá at virka í framtíðar føroyska samfelagnum og vit uttan fyri miðøkið eftir øllum at døma bert skulu taka til takkar við molunum sum detta av borðinum hjá ovurfeitu høvuðsstaðarkapital-búkunum.

Er tað veruliga so galið, at fólk kring um í Føroyum eru líkaglað, hvat poltikarar - sum eru valdir at umboða økini kring um í landinum gera.

Eg kundi hugsað mær at fingið at vita - hvat eitt nú eysturoyar Sambandsfelag heldur um omanfyristandandi proplemstilling eins og hvat onnur lokalfeløg kring um í landinum halda.

Skulu vit lata deyðsiglararnar í tinginum sleppa at gera, sum teimum lystir ella skulu vit byggja land.