Sosialurin.fo
Deyðans Tøgn
Aftur bankaði á dyrnar í gjár, eg kendi ei títt andlit
Fremmandur ert tú tó ei, tú hevur vitjað her fyrr
Merkið eftir tíni myrku hond, og pínan av tínum kulda
Raka aftur vinfólk mong, og tøgnin er long
Nú biðið verður fyri tær, og fólkið lýður á tað orð
Við krossin stendur kistan ljós, og leigur oss á rætta kós
Vit ganga gjøgnum tokuna, svartur skari fylgir tær
Hoyr nú kirkjuklokkurnar, tær leiga okkum innum
Mong andlit eg síggi her og vinarbond eisini
Men tárini tey køva alt og gravarmunnin nærkast
Dapra ljóðið av himli ljóðar, deyðans songur valdar nú
Einglarnir í svørtum skrúð, koma at bera teg heim
Unga rósa, so blómandi, lívið títt knapt byrjað var
Vøkur orð um teg sveima her, góðan byrð á tíni ferð
Nú situr tú við Harrans lið og Jesupápin smílur við
Vakra eingil sín, Hann saknaði
Men nú kom hann heim.
Heilsan Steinunn D. Frýdal