Ein heilsan til sandingar

Um heystartíð tá náttin sýgur yvir landið

Og vetur nærkast brimið sæst við strond

Ei gloyma vit tá bygdina á Sandi

Sjálvt um vit leita burt í onnur lond

Tá várið sprettur smálomb byrja spæla

Og náttúran hon verður øll so fín

Hvat sigur tá tann summartíðin sæla

Á Sandsbygd kæra er og verður mín

Sólvit Simonsen

Valevni til Sands bygdarráð



Eg havi latið meg stillað upp til kommunuval komandi setu.

Ikki kann lovast gull og grønar skógir. Sands kommuna er skuldarbundin og má tað fyrsta verða tey komandi árini at fáa goldið skuldina niður, so gongd fæst á aftur. Annars er at vóna, at arbeiðsgongdin heldur fram bæði á sjógv og landi, so skal tað nokk ikki verða nakar trupulleiki at fáa tað at bera til.

Tá ið eg havi latið meg stilla upp, er tað so avgjørt ikki av nakrari egininteressu, men eg vil fegin hava ávirkan á at gera tað besta fyri bygdina hjá okkum, soleiðis at tað, sum møguleiki er at fáa á skaftið, skal sjálvandi gerast fyri tað fólk, sum her búleikast, yngri sum eldri.