Ein heilsan til Norðoya Listafelag á tríati ára degnum

Tað eru nógv góð listafólk komin úr Norðoyggjum, sum hava lyft og lætt  um okkara listaligu eyðkenni- søguliga, hvønndagsliga og í einum frumkendum, natúrligum gróðri, sum rakar okkara kenslusama lyndi. Hetta  fær litir, skap og strok at fara um reyn, dalar og skørð og goyma seg í innastu hjartakrókum okkara. Tað er vakurt, at Norðoya Listafelag hevur gjørt hetta ovurhonds dygdararbeiði  og goymir at mongum góðum listaverkum, sum er til gleði fyri fólk - bæði nær og fjar. Hetta kundi verið ein góður íblástur til onnur bygdaløg at tikið hendur um eina slíka gongd.

Tað rennur ein litur

úr penslabørnum í Norðoyggjum,

Mykinesi, innan fyri Tórgarð

og í Eysturoynni. Tey hava dansað, ...

og tey trína nú ein ljóðkátan , gleðisdans

nú teirra alfagra, faðirliga hond fyllir tríati ár.

 

Dag og dagliga hava hesi  snøggu , listaligu børn

droymt dreymar undir heitari hirðing -


í  Ánunum og minnast, tá ið tey komu úr

litríkum lívmóðurmunni, sum bylgdist

allar vegir og steðir. 

Eitt symfoniskt,

litfagurt rensl tók um tey -

gav teimum lív á hvítum lørifti

ella á onkrari ljóslivandi fløtu,

har okkurgulur litur livdi við garðalið,

og grønir teigar speglaðu sær í vátum vatni.

Skarðlendið í Norðoyggjum livnaði

og reis upp úr einum gráum koti til ævigt lív.

 

Eingjargarðarnir sungu morgunløg

og onkur kalur steinur undan

hesari kupisku hond og rond -brosaði.

Ein móðir, ein mikladalsmamma

sang vøgguvísu fyri børnum sínum

um litir, sólsetur, tám og mjørka,

skadduvind, hvítmyljur, bylgjubrot

landbrim, sveitakendan og spegilsblankan fjørð,

har tað stóð við klett.

Fjallagreinarnar lósu faðirvár,

nú børnini løgdu seg at sova.


Frits Johannesen