Ein heilsan til Inga

Leygarkvøldið 26. januar hátíðarheldur Ingi Højgaard, løgfrøðingur, sín 40 ára føðingardag. Hann fylti leygardagin 27. oktober.

Ingi er av Toftum, sonur Sofíu, f. Olsen, og Hans Paula Højgaard, bæði av Toftum. Hann er útbúgvin løgfrøðingur, umframt at hann hevur aðrar útbúgvingar. Eitt nú hevur hann tikið »Master of Law« prógv í London, og meðan hann læs løgfrøði tók hann eisini HD-prógv við síðuna av lesnaðinum. Hann er uppvaksin við útróður og hevur verið nógv til skips, bæði sum ungur og í ferium, meðan hann læs.


Altíð hevur Ingi havt góðan hug at ferðast og at síggja seg um. Hann hevur t.d. ferðast í Australia, og tá hann gekk í studentaskúla, var hann eitt ár sum skiftisnæmingur í Illinois í USA.


Ingi er ein arbeiðssamur maður og virkin á nógvum ymiskum økjum. Umframt sítt dagliga starv sum løgfrøðingur á Advokatfelagnum yviri við Strond,arbeiðir hann fyri italsku altjóða oljufyritøkuna ENI (Ente Nazionale Idrocarburi), sum hevur skrivstovu í Føroyum. Eisini er hann formaður í nevndini fyri Skálafjarðartunnilin.


Ingi og Eyð Gundmundsson úr Fuglafirði eiga sonin Finnur, sum er fimm ára gamal og eitur eftir abbanum í Fuglafirði.


Góði Ingi, vit ynskja tær ein góðan dag saman við vinum.


Heilsan vinir