Ein heiður ið fløvar

Tað gjørdist Ragnar Joensen, stjóri á Marine Harfest Faroes, sum gjørdist Ársins privati leiðari 2011, sum Synergi skipar fyri á hvørjum ári.

»Viðkomandi hevur við kønari hond skapt fíggjarlig og lívfrøðilig burðardygg úrslit. Hann hevur verið sjónligur bæði sum stjóri og sum leiðari fyri vinnufelag og hansara positiva lyndi og tænastusinnaði hugburður á starvsleið eiga at geva øðrum framsóknum leiðarum íblástur«.
Soleiðis ljóðaði grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja Ragnar Joensen til Ársins privata leiðara 2011.
Hetta var ein ógvuliga fløvandi heiður, og eg vil takka teimum, sum hava innstillað meg og sum hava valt meg, segði Ragnar Joensen.
Hann segði, at hetta hevur verið ein hektisk tíð beint nú, hann er í ferð við at flyta yvir til Noregs.
Tað hevur verið stuttligt at verið partur av einari vinnu, sum hevur gingið so væl í seinastuni. Marknaðurin hevur verið góður, men vit hava eisini gjørt eina rúgvu av tiltøkum sum ger, at framleiðslan er góð, segði Ragnar Joensen.
Hann vísti á, at tað hevur ikki altíð gingið so væl í alivinnuni.
Fyri nøkrum árum síðani sá tað rættiliga svart út í vinnuni, og tá skuldi ein rúgva at tungum tøkum takast, og tað gjørdu nógv fólk í vinnuni og hjá myndugleikunum, og tað munnu vera fleiri, sum tá høvdu uppiborið at fingið eitt herðaklapp, segði Ragnar Joensen.
Hann helt tað hava verið lætt, at verið leiðari á Marine Harvest, tí fyritøkan hevur so nógv góð starvsfólk.
Tay hava hjálpt mær nógv í mínum leiðarastarvi, og tað var ein sum segði við meg, at eg hevði timað tað rættiliga væl, tí nú stingi eg av meðan tað gongur so væl, segði Ragnar Joensen.
Hann vónaði at tað framvegis fere at ganga væl í alivinnuni.
Vinnan er í hvussu er klár at taka nøkur tøk, segði Ragnar Joensen, Ársins privati leiðari 2011.