Ein harðlig ferð í luftini

16 fólk máttu á sjúkrahús, eftir at eitt niðurlendskt flogfar fekk harðliga viðferð í luftini.

Tey 275 ferðafólkini, sum vóru við niðurlendska KLM-flogfarinum úr Amsterdam til Osaka í Japan í gjár, hugsa seg ivaleyst væl um, áðrenn tey seta sg aftur í eitt flogfar.

Tí ferðin til Japan gjørdist minnilig.

 

Sambært tíðindastovunum kom KLM-flogfarið í ógvusligan turbolens einar tveir tímar, eftir at tað var farið á flog úr Amsterdam.

 

-Brádliga legði flogfarið seg á liðina, og lutir flugu runt inni í flogfarinum, segði eitt av ferðafólkunum við japanska sjónvarpið.

 

Tá viðurskiftini aftur gjørdust vanlig, høvdu 16 fólk, 13 ferðafólk og trý av manningini, fingið skaða, men kortini valdi flogskiparin at halda fram til Osaka, sjálvt um ferðin tekur umleið tólv tímar. Tá flogfarið setti seg í Osaka, stóð fleiri sjúkrabilar fyri tí, og níggju fólk høvdu fingið so mikið álvarssamar snuddir, at tey vórðu flutt á sjúkrahús.

 

Ein talsmaður hjá japonsku loftferðslumyndugleikunum segði í nátt, at mynduglerikarnir fara at kanna, um flogskiparin tók ta røttu avgerðina, tá hann valdi at halda leiðina fram eftir ta óvgusligu viðferðina, flogfarið fekk. Sambært Reuters skal flogskiparin hava sagt, at hann helt ikki, at nakar hevði fingið so álvarssaman skaða, at tað var neyðugt at venda aftur til Amsterdam.