Seinast inni á fundi hjá Rættarnevndini í gjár, var Margretha Nónklett og Amnesty. Hon fór inn og greiddi frá sjónarmiðum hon og Amnesty standa inn fyri.
Margretha Nónklett royndi í Ræddarnevndini at seta tingini í eitt altjóða perspektiv, og sjálvandi eisini í mun til grein 266 b.
– Her er veruliga talan um ein hóttan og forfylgdan minniluta bólk, slerdi Margretha Nónklett fast. Harvið vísir hon aftur orðini hjá Sølvar Michelsen um, at samkynd ikki verða forfylgd sum bólkur.
– Í ellivu londum verður tað revsað við deyðarevsing, um tú ert samkyndur. Í 84 londum er tað ólógligt og kann verða revsað við upp til lívlangari fongsulsrevsing, staðfestir Margretha Nónklett.
Hon sigur, at í tali er talan um ein minnilutabólk og eisini, tá tað kemur til lógásetingar, og tað greiddi hon eisini Rættarnevndini frá í gjár.