Ein hóttan sum skal takast í størsta álvara

Pál Weihe, granskari, sigur, at úrslitið hjá amerikansku granskarun um skal takast í størsta álvara og hann mælir til, at føroyingar taka málið upp

? Hesum kunnu vit ikki renna undan
Pál Weihe, lækni og granskari sigur, at kanningin hjá amerikansku granskarunum, skal takast í størsta álvara.
Aðrastaðni í blaðnum endurgeva vit kanningarúrslit frá amerikanskum granskarum sum ávara ímóti at fólk eta ov nógvan aldan laks.
? Hetta er ein kanning, sum er kunngjørd í viðurkenda tíðarritinum Science Magazine og bara tað sigur okkum, at hon skal takast í álvara, tí hetta er eitt tíðarrit, sum verður mett at vera sera álítandi.
Sjálvur man hann vera tann føroyingur, sum veit mest um eiturevni og mat, ikki minst ígjøgnum grindakanningarnar, sum hava vakt ans um allan heim.
Og hann sigur, at tað er ongin orsøk hjá føroyingum at fara at trætast við amerikansku vísindamennininar ella at royna at sáa iva um teira úrslit.
Hann sigur, at hann hevur leingi væntað, at spurningurin um eiturevni í aldum laksi fór at koma upp og tað hevur hann gjørt vart við hjá føroyskum myndugleikum.

Mugu taka málið upp
Og nú amerikansku granskararnir hava lagt síni úrslit fram, vil hann ikki gera viðmerkingar til tað, sigur Pál Weihe.
?Men tað, teir koma fram til, er ódámligt, tí teir siga, at laksur úr Evropa er serliga eitraður og tí er hetta ein beinleiðis hóttan ímóti okkum.
Hann heldur, at tað einasta, vit eiga at gera, er at taka úrslitið av kanningini upp í fullum álvara, tí eitt er vist: Hetta er ikki ein trpulleiki, sum vit sleppa at sópa undir teppið og so er hann gloymdur aftur. Nú er spurningurin reistur og hann kemur framhaldandi at verða reistur aftur og aftur.
Spurningurin er so, hvussu vit best taka trupulleikan upp.
?Tað, vit eiga at gera, er at leggja stóran dent á at granska hesar spurningar sjálvir. Vit eiga sostatt at seta okkara egnu gransking í verk fyri at prógva, hvussu nógv av ymsum eiturevnunum er í okkara laksi, afturímóti øðrum laksi.
Samstundis eiga vit at kanna eftir, hvørji árin hetta hevur á fólkaheilsuna, tí tað vita vit ov lítið um.
Annars heldur Pál Weihe, at er hetta ein trupulleiki við eiturevnum í aldum laksi, er hetta ikki bara ein trupulleiki hjá okkum.
?Er eiturevnið í okkara laksi, eru hesi evni komin onkustaðni frá. Tey eru komin úr uppisjóvarfiski, har tey hava hópað seg upp. Tá ið uppisjóvarfiskurin so verður malin til fóður, enda evnini í laksinum. Tí er hetta ein alheims trupulleiki sigur Pál Weihe.
Somuleiðis heldur hann, at eru skaðilig evni i laksafóðurið, kundi tað eisini verið eitt sjálvsagt granskingarevni í hesum sambandi at funnið útav, um tað ber til at reinsa hesi skaðiligi evnini úr laksafóðurinum.
? Í øllum førum eiga vit at gera, hvat vit kunnu fyri at minka um tey skaðiligu evnini í laksinum.
Annars heldur at Weihe, at hetta er ein spurningur, sum reisir klassiska kjakið um fyrimunir og vansar.
? Vit vita, at tað eru stórir heilsuligir fyrimunir við at eta laks og annan feitan fisk. Men kann heilsuskaði eisini standast av tí, má vigast fyri og ímóti um fyrimunirnir eru størri enn vansarnir.
Og hann sær fyri sær, at tað endar við einum kosttilmæli um, hvussu nógv tað er ráðiligt at eta av aldum laksi.
Annars sigur Pál Weihe, at amerikansku granskararnir hava lagt sínar kanningar eftir tí støðinum, sum EPA (Enviromental Protecton Agency), ið er ein umhvørvisverndarstovnur hevur lagt. Men hesin stovnurin setir nógv strangari krøv enn FDA (Food and Drug Administration), sum er matvørueftirlitið, setir, sigur Pál Weihe.
Sí eisini greinina"Skelkandi kanning: Nógv eiturevni í laksi úr alibrúkum"