Líka síðani á vetri 2009 hevur Robert McBirnie verið í gongd sum undirhaldari í orðsins breiðastu merking. Bæði sum sangari, tónleikari og skemtari er hann kendur kring alt landið og enntá eisini uttan fyri føroysku landoddarnar.
Nú yvir 50 ár eru liðin, síðani hann á fyrsta sinni trein pallin við bólkinum Red Boys í Vági, er komin út ein trífløga, ið fevnir um sangir av áður útgivnum plátum, umframt útvarpstilfar, so sum tættir og barnasangir frá tíðini við Øssuri og Giggu, ið ikki er útgivið áður.
– Eg eri sera fegin um, at tað umsíður er eydnast at fáa alt hetta tilfarið savnað og givið tað út undir einum, tí eg eigi ikki so frægt sum allar pláturnar sjálvur, sigur Robert, ið mikudagin var miðdepil á móttøku í Tutl-handlinum á Káta Horninum í Havn, har fitt av fólki var komið at taka ímóti útgávuni.
– Ja, eg gjørdist ikki sørt bilsin, at so frægt av fólki kom, tí veðrið var avgjørt ikki til vildar. Eg taldi einki fjøruti fólk, ið taldu bæði vinir, kenningar og familju, umframt at tað eisini vóru nøkur, ið ringdu at heilsa uppá, tí teimum ikki lá fyri at koma.
Serlig konsert
Útgávan við hesum trimum fløgunum, ið telja 42 sangir av ymsum slagi, er bara fyrsti parturin av tí, ið gerast skal burturúr, nú »the grand old man« í føroyskum sangi, tónleiki og undirhaldi hevur verið í gongd í yvir eina hálva øld.
Fyri framman stendur ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum verður fríggjakvøldið 25. februar, har eitt vælmannað húsorkestur við tónlikarum og sangarum skal leggja botnin, samstundis sum fleiri av teimum, ið Robert hevur samstarvað við á tónleikaleiðini øll hesi árini, vera saman við honum á pallinum.
– Hetta verður eitt afturlítandi kvøld, sum eg gleði meg sera nógv til. Vítt er um at fara, tá so nógv og so ymiskt hevur verið á skránni millum ár og dag, men eg haldi, at vit hava fingið sett eina góða skrá saman, ið fer at geva áhoyrarunum eina góða mynd av, hvussu mítt lív á pallinum hevur verið, sigur Robert McBirnie.