BYGGING
Ein íbúðarbyningur í trimum hæddum verður neyvan veruleiki, sum tað varð ætlað við Marknagilsvegin í Havn. Øll neyðug loyvi eru givin til planering, men endaligt byggiloyvi er ikki givið, og líkt er heldur ikki til, at loyvi verður givið.
Málið snýr seg um eina ætlan at gera ein íbúðarbygning við Marknagilvegin í Havn, sum tað sæst á myndini er talan um eitt økið beint við sjálvan vegin og ikki langt frá Handilsskúlanum. Sp/F Átak við Torkil við Sandá eigur økið, sum er 1.957 fermetrar, og ætlanin er at gera ein bygning í trimum hæddum.
Fimm íbúðir skuldu eftir ætlan vera á hvørjari hædd, og bygningurin skuldi vera 41 metrar langur og 9,4 metrar breiður.
Og higartil hevur ein meiriluti í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráði samtykt at geva prinsipielt byggiloyvi til henda bygning í trimum hæddum til íbúðir. Endaligt byggiloyvi er ikki givið, men loyvið til planering er játtað.
Málið var aftur fyri á fundi hjá Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð mánakvøldið.
Sum ikki einaferð í tílíkum høpi er ivi um byggisamtyktir. Ein borgari hevur sent inn eitt skriv, har mótmælt verður ímóti ætlaðu byggingina. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eitt avrit av skrivinum, men eftir hvat skilst verður mótmælt ímóti, at bygt verður so høgt á hasum økinum, og spurnartekin verða sett við, um økið er eitt sokallað C-3 økið, sum tekniski stjórin, Marius Múller heldur upp á, ella um økið er eitt C-1 økið.
Munurin á C-1 og C-3 er, at C-1 bert loyvir lágari sethúsabygging, men C-3 loyvir høgari bygging.
Heðin Mortensen, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at ein samtykt frá 1988 vísir, at byggjast kann bert í mesta lagi í tveimum hæddum á økinum.
?Tað er eingi ivi um, at loyvt er at byggja á økinum, men spurningurin er, hvussu høg byggingin kann vera, sigur Heðin Mortensen.
Hann greiðir frá, at eitt nú bygningurin hjá SEV skamt frá ætlaða íbúðarblokkinum liggur longur niðri í lendinum, og tískil varð loyvt at byggja í fleiri enn tveimum hæddum har, men ætlaða íbúðarblokkurin liggur hinvegin beint við vegin og høgt í lendinum.
Málið er sent til umsitingina í býráðnum at viðgera, men Heðin Mortensen ger greitt, at tað ikki fer at bera til at gera ein bygning í trimum hæddum á økinum.
?Vit hava ongantíð givið nakað endaligt byggiloyvi. Við hava sæð nakrar tekningar, og vit hava eisini ynskt at fáa gjørdar ymsar broytingar, sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at Sp/F fær eitt annað grundstykki frá býráðnum í gerðabýti, tí kommunan eigur alt økið rundanum og kundi eisini hugsað sær at fingið grundstykkið hjá Sp/F Átak.