Ein ógvuliga sjáldsom feiring av brotssparksmáli

(Kykmynd) Síggj norsku Therese Vik gera tað, sum man verða ársins feiring av einum máli í fótbólti

TRÝST á HESA Facebook-leinkjuna: https://www.facebook.com/bkf.fb/videos/1094428447279770/

 

og síggj tað, sum man verða ársins feiring av einum máli í fótbólti.

 

19 ára gamla Therese Vik hjá norska liðnum Byåsen tekur eitt brotsspark. Hon setur brotssparkið trygt í netið innanfyri stongina, og so ger hon eftirfylgjandi eina fimmduppulta "salto mortale", sum prógvar, at hon er eins góður fimleikari, sum fótbóltsspælari.

 

Kykmyndabrotið gongur sína sigursgongd á Facebook, og Therese Vik er væl á veg at blíva víðagitin fyri hesa sjáldsomu feiringina av sínum brotssparksmáli.