Ein ógloymandi tíð

Hóast tað hevur verið ein strævin tíð, so vildi eg ikki verið hana fyri uttan. Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, sum fyrrapartin ruddaði skrivstovuna í Tinganesi og nú fyrireikar seg til eitt tíðarskeið í andstøðu

Tað byrjaði 14. november 2011, tá Kári P. Højgaard sjálvur fjórði setti sína undirskrift á samgonguskjalið og samstundis bleiv landsstýrismaður í Innlendismálum. Hósdagin í síðstu viku fekk hann uppsøgnina frá løgmanni, og fyrrapartin í dag varð skrivstovan í Innlendismálaráðnum ruddað. Tíðarskeiðið hjá Kára P. Højgaard í Tinganesi er av.
- Tað hevur verið ein strævin tíð, men ótrúliga spennandi, staðfestir Kári P. Højgaard, sum í morgin setir seg aftur í løgtingssessin, sum Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen hava røkt hesar seinastu smáu 22 mánaðirnar.
Skálafjarðartunnilin, sum í tilgongdini hevur broytt navn og nú verður róptur Eysturoyartunnilin, hevur verið hjartabarnið hjá Kára P. Højgaard í landsstýrinum. Og tað var eisini hesin tunnil, sum tá avtornaði endaði dagarnar hjá Kára P. Højgaard sum landsstýrismaður.
Løgmaður grundgav sína avgerð við at landsstýrismaðurin í innlendismálum skapti so nógva órógv, at hansara persónur kundi ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí varð Kári P. Højgaard sendur til hús.
Og hóast tað formliga er landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum tekur endaliga støðu til floksins framtíð í samgonguni, so tykist avgerðin longu vera tikin. Flokkurin setir ongan annan persón í landsstýrissessin í Innlendismálaráðnum.
- Sjálvstýrisflokkurin fylti eftir øllum at døma so nógv í tunnilsmálinum, at løgmaður valdi at koyra formann floksins til hús. Nú hevur løgmaður sjálvur tikið føraratroyggjuna í hesum málinum. So mítt tilmæli til flokkin er, at vit fara í andstøðu og har frá arbeiða konstruktivt fyri teimum málum, sum flokkurin stendur fyri, sigur Kári P. Højgaard.
Formliga avgerðin skal tó takast á fundi í bátafelagnum á Bakka á Glyvrum klokkan 17 seinnapartin.

Praktikarin
Tað er tó ikki bara tunnilsmálið, ið hevur tikið tíðina hjá Kára P. Højgaard í Tinganesi. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum tekur fram nógv umrødda málið um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum fylti nógv í almenna og politiska rúminum í vár. Landsstýrismaðurin spældi sjálvur ein aktivan leiklut fyri at tryggja, at kommunan kundi byggja havnalagið út, soleiðis at Varðin Pelagic fekk sína frystigoymslu.
- Onkur helt tað vera vánaligt lógarsmíð. Men vit funnu so eina praktiska loysn, soleiðis at hoyringsfreistin varð stytt og arbeiðið gerast liðugt til tíðina. Tað er ein sólskinssøga í dag. Sjálvur haldi eg, at vit funnu eina loysn, sum eisini tekur atlit til fornminnini í økinum. Suðringar hava arbeiði, og fólk eru nøgd, sigur Kári P. Højgaard ídag.
Landsstýrismaðurin dylir ikki fyri, at hann er ein persónur, sum arbeiðir fyri praktiskum loysnum.
- Eg haldi, at í summum førum mugu vit finna eina praktiska loysn á tingunum. Og tað gjørdu vit í hasum málinum á Tvøroyri, sigur Kári P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum varar eisini av útoyggj. Og her fegnast Kári P. Højgaard um, at tað eydnast sær at bøta um viðurskiftini hjá fólki á útoygg, soleiðis at tey sleppa undan at baksast við oljutunnur, men fáa olju beinleiðis í tangan.
- Skúvoy var tann fyrsta eftir nýggju skipanini. Vit hava somuleiðis fingið eina avtalu um Mykines. Og nú stóð Fugloy fyri framman, sigur Kári P. Højgaard og leggur afturat, at tíverri verður hann ikki við, nú loysnin í Skúvoy í næstum skal eftirmetast.

Farvæl
Fyrrapartin var nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum í Tinganesi fyri seinastu ferð í hesum umfari.
- Nú hendi tað so brádliga hósdagin, at eg fekk uppsøgnina. Løgmaður ringdi til mín um vikuskifti og bað meg koma at heilsa uppá, nú landsstýrisfundur var í morgun. Vit høvdu eina hugnaliga løtu saman, og eg fekk tikið í hondina á øllum og takka fyri, sigur Kári P. Højgaard.
Síðani gekk leiðin yvir í Innlendismálaráðið at rudda skriviborðið og siga farvæl við starvsfólkini har.
Hóast landsstýrismaðurin hevur havt nakrar dagar at venja seg við tankan, so er tað við sorgblídni, at hann fer úr Tinganesi.
- Tað er altíð trupult at siga farvæl. Hetta hevur verið ein ógloymandi tíð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Eg vóni so eisini, at fólk halda at man hevur gjørt eitt hampiligt arbeiði, sigur Kári P. Højgaard.
Tað blivu sum nevnt bara til smáar 22 mánaðir í landsstýrinum.
- Men eg haldi, at tað er trupult at finna ein landsstýrismann, sum hevur verið sjónligari í politiska landslagnum enn innlendismálaráðharrin hevur verið, í øllum føri hetta seinasta hálva árið, leggur Kári P. Højgaard smílandi afturat.

Framtíðin
Sjálvur gevur Kári P. Høj¬gaard sum nevnt greitt til kennar, at hann helst sær flokkin fara burtur úr samgonguni fyri í staðin at savna seg um síni hjartamál í andstøðu.
Sambært formanninum kann flokkurin gera sína ávirkan galdandi í andstøðu, um hann velur at arbeiða konstruktivt.
– Tekur man støðu frá máli til mál, og annars vísir ein positivan vilja, so kann man fáa ávirkan. Eisini í ands¬¬tøðu, sigur Kári P. Høj¬gaard.
Hann ætlar sær hinvegin ikki í andstøðu við tí fyri eyga at gera tilveruna hjá samgonguni so trupla sum tilber.
- Hetta sirkussið, sum vit hava verið vitni til seinastu tíðina, ber ongan veg. Tað er so mikið langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Kári P. Højgaard við greiðari adressu til andstøðuflokkarnar, sum seinastu mánaðirnar hava sett stór spurnartekin við leiklutin og handfaringina hjá júst Kára P. Højgaard.