Ein ógloymandi dagur

Eitt stórt tiltak var í KÍ høllini fríggjadagin. Øll børnini, sum ganga í Mylnuhúsinum, vórðu saman við teirra familjum í tivoli, sum børnini sjálvi saman við starvsfólkunum, høvdu riggað til og staðið fyri

Klaksvík:
Júst hvussu nógv fólk vóru í tivoli í KÍ høllini fríggjadagin, er ilt at siga. Men tey vóru heilt nógv. Knapt 150 børn ganga til dagligt í Mylnuhúsinum, og um sagt verður, at hvørt barnið hevði tveir gestir, so er skjótt at rokna út, hvussu nógv fólk vóru í høllin hendan dagin.
Hetta var eitt sera stuttligt tiltak, og eigur dagstovnurin bert rós uppiborið fyri at hava givið børnunum ein ógloymandi dag.

Heimagjørt
KÍ høllin var gjørd um til eitt tivoli, har børnini høvdu sjálvi gjørt meginpartin. Tvær hoppiborgir vóru eisini har, og tær vóru sum vera man vælvitjaðar.
Síðani vóru eisini fleiri básar, har bóltkast, bowling, fiskibrunnur og mangt mangt annað var.
Eisini bar til at kasta tallerkar við róma eftir fólki og vátar svampar, so tað var eitt øgiligt svans í tí eina básinum. Men alt hetta var til miklan stuttleika fyri børn og vaksin. Um børnini raktu persónin, fingu tey ein vinning.
Til bóltkastið høvdu tey sett upp nøkur NAN-blikk, og til bowling høvdu børnini málað nakrar sodavatnsfløskur, sum tey so rullaðu bóltar eftir. Hetta vísti, at tað ber væl til at hava heimagjørt bóltkast og bowling.
Okkurt barnið hevði á orði, at tivoliið hjá Mylnuhúsinum var nógv stuttligar enn tað, sum var á norðoyastevnu.
Eitt langt borð varð sett upp mitt í høllini, har vaksin kundu fáa kaffi ella te og køkur frá bakarínum hjá Símuni afturvið. Eisini var popcorn og saft at fáa, og tað var dúgliga vitjað.
Á pallinum, sum eisini varð settur upp til tiltakið, var ymiskt á skránni. Silvi og Nósi vitajðu, børnini sungu, klovnar komu framvið og Jógvan politiovasti kom eisini at syngja politisangin fyri børnunum, og tey sungu við við lív og sál.

Familjur
Børnini hildu til í KÍ høllini í tríggjar dagar, og í hesar dagarnar vóru tey býtt upp í familjur í staðin fyri stovur. Hvør familja hevði so eitt navn, til dømis Kinesararnir, Sólskinsbørn og so framvegis. Og so høvdu tey eitt hvørt sermerki, sum vísti til hvørja familju tey hoyrdu.
Hvør familja hevði so eisini sín bás, har tey hoyrdu heima. Men helst mundu tey fyri tað mesta reika runt úti í høllini.
Hóast yvir 100 børn vóru í høllini hesar dagarnar, so siga starvsfólkini, at tað ikki var so strævið, sum tey av fyrstan tíð høvdu væntað.
? Sjálvandi hevur tað verið øgiliga rokaligt til tíðir, men soleiðis eigur tað at vera, tá tað eru so nógv børn. Men hetta hevur verið sera stuttiligt, segði eitt av starvsfólkunum, sum stóð og skar køku.
Tiltakið fríggjadagin vardi góðar tveir tímar, og tað endaði við, at børnini góvu leiðaranum, Honnu Thøgersen eina gávu til minnis um hendan dagin og sum tøkk fyri ein ógloymandi dag. Og aftaná sungu tey slagsangin hjá Mylnuhúsinum, sum er KÍ sangurin Liðið tað eitur KÍ.