Kanningarnar frá fríggjadegnum og leygardegum eru nú liðugt greinaðar, og eingin nýggjur tilburður av korona er staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin nýggjur tilburður hesar báðar seinastu dagarnar.
Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár vórðu 727 kanningar gjørdar. Í alt eru nú 84.308 kanningar gjørdar.
Rættingar eru gjørdar í talinum á staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og úrslitið varð, at teir vóru negativir. Tí minkar talið á staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum fólkum.
Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.
Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við Korona