Effodeildin: Formaðurin í HB, Finnbogi Arge var ein glaður og lættur maður, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann, aftaná at FM-sigurin var komin í hús seinnapartin í dag.
Formaðurin helt fyri, at fólk vóru ríkiliga tíðliga úti við sirenum og øðrum fagnaðarljóðum, áðrenn dysturin var liðugur. Fyri alt virksemið í felagnum hevur tað ein stóran týdning, at sigurin kom heim í dag, tí felagið alt hevur brúk fyri hesum sigrinum, staðfesti Finnbogi Arge. HB-formaðurin fegnast eisini um sigrarnir í øðrum deildum, og at kvinnurnar hjá HB hava vunnið bronsu.
Tað ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Finnboga Arge undir myndini.