Ein øgiliga spennandi tíð er av

Hósdagin endaði eitt tíðarskeið í føroyskari skúlasøgu og nú byrjar eitt nýtt. Men varð skúlin ikki lagdur í Suðuroy, hevði tað ikki gingið so væl, sum tað hevur gjørt

Heilsuhjálparar

Hósdagin endaði eitt tíðarskeið í føroyskari skúlasøgu. Tað hendi, tá ið tær síðstu heimahjálpararnar í landinum vórðu lidnar við uppskúlingina á heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Síðani skúlin varð stovnaður í 2001, eru sostatt ikki færri 152 heimahjálpir uppskúlaðar, sum tey nevna tað, á skúlanum og nú hava so allar heimahjálpir í Føroyum fingið prógv í hondina um at tær nú hava eina útbúgving.
Og nú eita tey heldur ikki heimahjálpir longur, men heilsuhjálparar.
Àsa Olsen, forkvinna í heilsuhjálparafelag Føroya, sigur, at allar heimahjálpirnar, sum hava staðið royndina og sostatt er ongin dumpað.
 Tað haldi eg, er einastandi flott klárað, tí talan er í stóran mun um tilkomnar konur, ið bæði hava hús og heim og sum ikki hava tað stóru skúlagongdina frammanundan.
Men tað merkir ikki, at útbúgvingin hevur verið vánalig.
 Eg havi kunnað meg við líkandi útbúgvingar í Danmark og eg kann staðfesta, at Heilsuskúlin í Suðuroy er á einum rættiliga høgum støði, afturímóti sama slag skúlum í Danmark, sigur Ása Olsen.

Suðuroy eitt heppið stað
Sjálv hava bæði Ása Olsen og Heilsuhjálparafelagið annars, ein stóran heiður av, at útbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum yvirhøvur. Tey arbeiddu miðvíst í fleiri ár eftir at fáa myndugleikarnar at seta útbúgvingina á stovn, so at heimahjálpirnar kundu fáa ta útbúgvingina, sum tær tráðaðu eftir, samstundis sum at alt økið, sum eitur heimahjálp, kundi lyftast upp á eitt hægri støði.
Av tí sama hevur hon eisini fylgt gjølliga við, hvussu tað hevur gingist skúlanum.
Og hon er púra sannførd um, at ein høvuðsheiður av, at tað hevur gingið so væl, er, at skúlin varð lagdur í Suðuroy.
 Var skúlin inni á meginlandinum, veit eg, hvat hevði hent. So høvdu heimahjálpirnar farið heim hvønn dag eftir skúlatíð til matgerð, uppvask og gólvvask og tað hevði uttan iva darvað onkrum so mikið, at tær høvdu neyvan klárað útbúgvingina.
Tað fór annars ein skelkur ígjøgnum alla politisku skipanina, tá ið Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í skúlamálum, brádliga skarð ígjøgnum og flutti skúlan úr Havn og leggja hann í Suðuroy ístaðin. Slíkt var óhoyrt og nógv vóru sannførd um, at tað fór aldrin at bera til at fáa ein líkinda skúla burturúr at leggja hann í Suðuroy
Men nú skúlin hevur virkað í góð fýra ár, heldur Ása Olsen, at tað hevur verið ein heilt avgjørd styrki fyri skúlan, at hann varð lagdur í Suðuroy.
Tann stóri fyrimunurin er, at í Suðuroy fæst eitt heilt annað lestrarumhvørvi, enn tað hevði borið til at fingið í miðstaðarøkinum.
 Í Suðuroy hava fleiri næmingarnir búð saman í leigaðum húsum og sostatt hava teir kunna lisið saman og stuðla hvørjum øðrum. Tað hevði als ikki verið tað sama, um skúlin varð lagdur í Havn.
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag sigur, at enntá heimahjálpir úr Suðuroy, sum eru farnar á skúlan, eru í fleiri førum eisini fluttar heimaífrá og inn í leigað hús á Tvøroyri saman við øðrum skúlafeløgum, fyri at fáa lestrarnáðir.
 Tað hevur eisini sjóðað næmingarnar saman á fingið tær at knýtt bond á ein heilt annan hátt enn um skúlin var í Havn, so at hvør fór til hús eftir skúlatíð.
Àsa Olsen sigur, at samstarvið ímillum skúlan og heilsuhjálparafelagið hevur verið sera gott.
Men hon heldur eisini, at Tvøroyrar Býráð eigur ein týðandi leiklut í, at skúlin hevur hepnast so væl.
 Skúlin hevur lagt høli til og hevur brúkt nógvan pening til skúlan. Og tær heimahjálpir, sum eru komnar suður við børnum, hava altíð fingið pláss í skúlanum, ella ansingartilboð til børnini.

Ein nýggj tíð byrjar
Nú uppskúlingin er liðug, verður hildið fram við heilsuhjálparaútbúgvingini, sum varar í eitt ár.
Men so er eisini ætlanin at fara undir at útbúgva heilsurøktarar og tað tekur umleið tvey ár oman á heilsuhjálparaútbúgvingina.
Ása Olsen sigur, at nú verða útbúgingarnar til heilsuhjálpara- og heilsurøktara broyttar, so at tær eisini koma at umfata almennar lærugreinar sum føroyskt, danskt, enskt og náttúrufak fyri at útbúgvingin kann geva førleika til at lesa víðari.
Men hon heldur, at tað fer at bera illa til í teimum hølum, sum skúlin hevur nú, og tí sær hon eisini fram til, at ætlaði skúladepilin í Hovi verður liðugur við árslok í 2007, tí tá verða umstøðurnar betri.