Skandinaviska Barnamissiónin fer nú undir innsavnan, har gevarin fyri 200 krónur kunnu geva eina geit til eitt húski í Sambia. Sambia bløðir orsakað av AIDS sóttini, og børn í túsundatali eru vorðin faðir- og móðurleys. Nøkur av børnunum eru tó so heppin, at tey kunnu búgva hjá familju, og onnur búgva hjá fosturfamiljum.
Ein geit kann geva upp til seks litrar av mjólk um dagin - so hugtakið ?fattigmandsko? er kanska ikki heilt av leið. Mjólkin er føðslurík og styrkir immunverjuna og er hetta av serligum týdningi fyri tey ið eru rakt av HIV/AIDS.
Skandinaviska Barnamissiónin arbeiðir í Mpongwe, ein landslutur upp á 800 ferkilometrar við umleið 100.000 íbúgvum. Samstarvað verður við fýra ymiskar samkomur og við kirkjurnar á staðnum, og verða geitir keyptar, sum síðani verða lætnar fátækum familjum.
Kirkjurnar fáa pening til millum 10-20 geitir hvørja fer.
Kirkjan skal keypa geitir frá fólki í nærumhvørvinum, so tey kunnu fáa positivt tilknýti til tey, ið geitirnar verða keyptar frá.
Kirkjan fær loyvi at býta út helvtina av geitunum til fátæku samkomulimirnar meðan hin helvtin skal býtast út til fólk uttanfyri samkomuna.
Geitir liva í fylgi og trívast ikki einsamallar, og tí verða tvær geitir lætnar hvørjari familju. Eisini verður fyrsta lambið undan geitini keypt, soleiðis at húskið veit, at tað lønar seg at halda geitina, heldur enn at slakta hana til matna alt fyri eitt.
Fólk kunnu stuðla við at biða um oyðublað frá Skandinavisku barnamissiónini. Tá oyðiblaðið er fylt út, skal gjaldast við tilhoyrandi girokorti.