Holland
Gongdin hevur annars ikki verið so góð hjá liðnum, sum hevur ætlað sær at bjóða av um uppflytingarsessin. Eftir eina góða byrjan, har Zwolle vann dyst eftir dyst, kom brádliga stígur í, og fyri einari viku síðani var liðið at finna á sjeynda plássinum.
Sjálvt á heimasíðuni hjá felagnum, www.fczwolle.nl, tóktust menn at hava mist móti, og millum annað varð skrivað, at nú var Excelsoir longu farið avstað við fremsta plássinum. Kappingin er tó sum kunnugt drúgv, og nú tykist aftur at bragdað hjá Súna og teimum.
Zwolle var nevnliga einasta liðið í oddinum, sum fekk fulla úrtøku um vikuskiftið. Tað var tepurt, men við einum máli í fyrra hálvleiki vunnu teir 1-0 ímóti MVV, og tá øll hini mistu stig, inniber sigurin, at Zwolle á triðja plássinum nú bert er fimm stig aftan fyri oddaliðið, Excelsoir.
Súni Olsen kom á vøllin seinastu 10 minuttirnar, og hevur hann nú leikt níggju dystir hetta kappingarárið. Í fjør leikti Súni bert við í átta dystum, so tað gongur í øllum førum stútt framá hjá gøtumanninum.









