Ein góður stjóri

Birgir Hansen, sum er liðleiðari á landsliðnum, hevur bert góð orð at bera skjótt fyrrverandi venjaranum

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Teir hava báðir verið partur av landsliðsarbeiðnum í hampuliga nógv ár. Birgir Hansen sum leiðleiðari og Jógvan Martin Olsen sum fyrst venjari og nú hjálparvenjari.

Og tá Birgir verður spurdur um venjaran, sum nú fer frá, eru orðini bara rósandi.

- Mær dámar hann ógvuliga væl sum persón.

Og er hann øðrvísi, er undanmenn hansara vóru.

- Ja, sjálvandi er hann tað. Teir hava allir verið hvør sín. Men Jógvan Martin er ein so behagilig typa, sum mær hevur dámað væl at samstarva við.

Og krevur hann meira av tykkum, enn undanmenn hansara gjørdu. Ella sleppa tit kanska at taka tykkum av løttum nú?

- Nú skal eg passa uppá, hvat eg svari. Men nú eri eg komin somikið langt upp í hierarki’ið, at eg í størri mun kann loyva mær at flyta arbeiði yvir á aðrar. Men nei. Tað man vera á leið sama arbeiði, sum nú verður kravt av okkum, sigur Birgir Hansen.