Ein góður og kærkomin sigur hjá FSF

(Rás2) Hjá aðalskrivaranum í FSF, Virgar Hvidbro lívgar tað við einum sigri og stigameti til føroyska landsliðið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði í sendingini "Triði Hálvleikur", har prátað var við aðalskrivaran í FSF, Virgar Hvidbro aftaná 1-0 sigurin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum á Andorra.

 

Virgar Hvidbro staðfestir, at hjá honum og teimum, sum starvast dagliga í FSF er tað lívgandi og munandi meira stuttligt at fara til arbeiðis aftaná ein sigur hjá landsliðnum.

 

Virgar Hvidbro heldur, at tað merkjist týðuliga, at virðingin fyri føroyska landsliðnum er nógv økt seinastu árini nú landsliðið meiri javnt vinnur sigrar í undankappingum til EM og HM-endaspøl.